Ein verð uttanfyri Havnina


 

Bill Justinussen

Miðflokkurin


Nakrir tankar um íbúðarneyð og almenn arbeiðspláss í Havn

Tað búgva slakir 30.000 føroyingar uttanfyri Havnina. Allíkavæl tykist tað, sum um fólk í Føroyum eru heimleys, fáa tey ikki tak yvir høvdið í Havnini. Høvuðsorsøkin til íbúðarneyðina í Havnini eru tey mongu almennu arbeiðsplássini og skúlarnir, har eru, umframt at tilflytingin er størri enn vøksturin í íbúðarútboðnum. Hví skulu hesi 18.000, sum búgva í Havnini, hava so nógv lættari atgongd til almennar stovnar og tænastur enn vit onnur 30.000?? Væl veit eg, at Havnin er størst, men so stór er hon heldur ikki, at tað ikki ber til at flyta nakrar tænastur og stovnar útum bøgarðarnar til onnur støð. Flytið almennar stovnar útum Havnina, so minkar íbúðartørvurin í sama mun.

Eitt gott dømi

Nýggi heilsurøktarskúlin á Tvøroyri er gott dømi um, at væl ber til at hugsa útum Havnina. Hevði hesin skúlin eisini ligið í Havn, hevði íbúðarneyðin verið tey uml. 30-60 fólkini størri. Men nú trýsta hesi ikki íbúðareftirrspurningin í Havnini upp. Og eg havi ikki hoyrt eitt orð um, at tað gekk striltið at fáa næmingar og lærarar til skúlan. Einans tá landsstýrismaðurin fyri lítlum ári síðani kunngjørdi sína avgerð av tingsins røðarapalli, ristu mong við høvdinum og væntaðu ikki ein einasta næming. Heldur vildu fólk fara í útlondini enn til Suðuroyar, ljóðaði. Men nú er alt tað skvaldrið gloymt. TAÐ BER VÆL TIL at hugsa útum Havnina! Og samstundis at lætta um íbúðar-trotið í høvuðsstaðnum.

Stuðul til íbúðarbygging

Samstundis sum miðfyrring av almennum tænastustovnum fer fram, eigur Havnin at útbyggjast í takt við samtíðina. Í samrøðu við ein fjølmiðil herfyri helt avvarðandi landsstýrismaður, at stuðul til íbúðarbygging ikki var nøkur gongd leið, tí stuðulin vildi bara enda í lummanum á útleigarunum heldur enn at koma teimum við íbúðartroti tilgóðar. Hetta er júst sami primitivi hugsunarháttur, sum fíggjarmálastýrið hevur um rentustuðulin. Men hetta er bara ikki rætt! Stuðul til íbúðarbygging kann saktans koma teimum tørvandi til hjálpar. Íbúðarmál er ein spurningur um útboð og eftir-spurning. So leingi, sum eftirspurningurin er størri enn útboðið, vil prísurin vera ov høgur. Um útboðið hinvegin við almennum stuðli kann gerast størri enn eftirspurningurin, vilja tey, sum leiga út, skjótt undirbjóða hvønnannan í staðin fyri sum nú, at leigararnir yvirbjóða.

Sostatt kann ein skilagóður stuðul til íbúðarbygging vera við til at minka um tað alt ov høga prís-støðið. Og verður so ein partur av Havnini samstundis lagdur út á bygd, kann javnvágin í føroyskari búseting betrast.