Seinastu fýra árini havi eg sitið sum limur í Tórshavnar býráði umboðandi Tjóðveldi og í samgongu.
Samgongan hevur lagt dent á, at kommunan er fyri øll og tænastur skulu koma øllum borgarum til góða.
Nógv er komið á skafti, sumt er borið fram á leið av undanfarnum samgongum – alt kemur ikki eftir einum degi –
og nógv er lagt til rættis og útint av verandi samgongu í býráðnum. Í teimum størru málunum hevur tað tíbetur
verið eitt samt býráð, sum hevur staðið aftanfyri samtyktirnar.
Tað tykist eisini ímillum fólk flest at vera ein jaligur hugburður yvir frambrotini og umráðandi er tí, at førdi politikkurin
í býráðnum sleppur at halda fram eftir valið. Ein politikkur, har tey stóru og alneyðugu stórmálini eru framd við fíggjarligum
skynsemi og fíggjarligari langtíðarætlanum. Gamaní varð skattaprosentið hækkað við einum prosenti í eitt tíðarskeið, men
fór hetta beinleiðis til at gjalda framkomna og neyðuga Boðanesheimið, ið nú stendur so vakurt og prýðiligt Yvir við Strond.
Skúlin við Løgmannabreyt og á Argjahamri eru goldnir, tó er nakað av lántøku farin til hesar verkætlanir.
Brúgvin um Sandá verður ein av stóru ætlanunum, sum fer í gongd í næstum. Hetta er ein verkætlan, ið er alneyðug fyri at
sambindingin er nútíðarhóskandi.
Ein tann størsta avbjóðingin í komandi tíðum – bæði fyri kommunu og land – er fólkafráflyting. Her verður neyðugt at fáa
samstarvið at virka nógv betur ímillum landsins myndgleikar og Tórshavnar kommunu, serliga innanfyri útbúgvingarøkið,
so vit fáa fleiri útbúgvingar og harvið fáa fólkini at støðast í heimlandinum. Her verður neyðugt hjá kommununi
at fara undir ein størri leiklut í komandi tíðum og harvið taka ábyrgd fyri hesum álvarsmáli. Eisini at boða og kunna løgtings-
og landsstýrislimir um týdningin av einum virknum og rúmligum høvuðsstaði, ið ynskir at ganga á odda í landinum.
Eg bjóði meg framaftur á lista E – Tjóðveldinum - til komandi býráðsval og ynskja vit øll á listanum at ganga fram á leið bæði
sum fólk og land. Í valblaðnum, sum er borið í hvørt hús, er vert hjá øllum at kaga í.
Jákup Símun Simonsen býráðslimur og valevni á lista E.