Eina kvart milljard í rakstraravlopi

Bakkafrost hevur aftur havt eitt risaavlop av rakstrinum

Eina kvarta milljard var yvirskotið av rakstrinum hjá Bakkafrost fyrsta ársfjóðring í ár.

 

Samanborið við sama tíðarskeið í fjør, so var hetta 19 milljónir krónur betri. Serliga er tað alideildin, sum hevur eitt munandi betri úrslit í ár í mun til í fjør. Talan er um heilar 66 milljónir meira fyri teir tríggjar fyrstu mánaðirnar av árinum.

 

Nøgdin av laksi var størri í ár og meðalprísurin fyri hvørt kilo var eisini hægri.

 

Liðugtvørurnar góvu eitt hall uppá 25 milljónir í rakstrinum, meðan úrslitið á heswum økinum í sama tíðarskeiði í fjør var eitt avlop uppá 22 milljónir krónur.

 

Havsbrún hevði eisini seks milljónir krónur meira í rakstraravlopi í ár – heilar 61 milljónir krónur.

 

Væntaða útboðslækkingin av aldum laksi í 2016 og støðugt hækkandi eftirspurningur hevur ført til stóra hækking av laksaprísinum seinastu mánaðirnar.

 

Fyrsti ársfjórðingur royndist samanumtikið væl hjá Bakkafrost, men tá ið laksaprísurin hækkar nógv í so stuttum tíðarbili, verða umstøðurnar hjá liðug­vøruframleiðsluni truplar.

 

Komandi hálva árið verður sera spennandi hjá Bakkafrost, tí tvær av høvuðs­íløgunum – smoltstøðin á Viðareiði og nýggja kryvji- og góðskingarvirkið á Glyvrum – verða fullførdar.

 

Hesar íløgurnar eru ein týðandi partur til tess at betra um kappingarførið hjá felagnum, samstundis sum tilbúgvingin hjá Bakkafrost, og aling sum heild í Føroyum, gerst munandi betri, sigur Regin jacobsen, stjóri á Bakkafrost.

 

Samlaðu íløgurnar hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið 2014 til 2017 eru slakar 1,4 milljard.