Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga

fríggjadagin var ph.d.-verja verið í Kongshøll á Fróðskaparsetrinum, og Eina H. Eliasen stóð verju sína sera væl

Titgerðin hevur heitið "Multidimensional Assessment of Health  Among Older Faroese Adults - The Faroese Septuagenarin Cohort". Og vit eru nú ríkað við enn einum væl útbúnum granskara.

 

Dómsnevndin rósti Einu fyri sera sannførandi framløgu og verju, og serliga vóru tey bergtikin av tí stóra arbeiði, ið sum heild er lagt í granskingina av stóra hópinum av eldri í so drúgva tíð

 

Ph.d.-verkætlan hennara er eitt samstarv millum Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum og Fróðskaparsetur Føroya. Eina hevur verið innskrivað sum ph.d.-lesandi á Setrinum.

 

Í vegleiðaratoyminum vóru Maria Skaalum Petersen, adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum, Pál Weihe, adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum og Fróði Debes, sálarfrøðingur á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

 

Í metingarnevndini til verjuna vóru Marin Strøm, lektari á Fróðskaparsetri Føroya og forkvinna í metingarnevndini, Karin Modig, lektari á Karolinska Institutet í Svøríki og Kaisu Pitkälä, prof. emeritus á University of Helsinki í Finnlandi.