Einabúgvi gevur milliónir burtur

86 ára gamla Marija Zlatic arvaði hálvafimtu millión krónur, men gav grannum sínum allar pengarnar.

86 ára gamla Marija Zlatic arvaði hálvafimtu millión krónur, men gav grannum sínum allar pengarnar (Mynd: Polfoto)

Ein 86 ára gomul kvinna, sum livir sum einabúgvi í eini leirsmáttu uttan fyri ein bý í serbisku fjøllunum, arvaði herfyri góðar 4,5 milliónir krónur.

Men heldur enn at flotta sær og fylla lívið við marglæti, valdi tann 86 ára gamla at geva allar pengarnar burtur, tí hon helt seg hava ivaleyst við tí lítlu pensjónini, hon fær.

- Har, sum eg eri á veg, havi eg slett ikki brúk fyri pengum, sigur Marija Zlatic við dagblaðið Vecernje Novosti.

Hon og maður hennara, Momcilo, sum var snikkari, fluttu til Australia í 1956, men bara tvey ár seinni flutti Marija Zlatic heimaftur fri at taka sær av síni sjúku mammu. Hvussu var og ikki, flutti hon ongantíð aftur til mannin í Australia, sum doyði í 2011 og skrivaði konu síni allar pengarnar, ið vóru eftir hann.

Marija Zlatic livir í dag av eini lítlari pensjón, ið svarar til ein lítlan 500-krónuseðil um mánaðin, og arvin eftir mannin hevur hon longu býtt millum ymisk fólk í heimbýnum, sum hava hjálpt henni við mati, vatni og bara við at hyggja inn á gólvið.

- Tey hava meira brúk fyri pengunum enn eg, sigur hon.