Einaferð var Grønland grønt

Grønland hevur ikki altíð ligið undir ísi, tí eina ferð í tíðini var líka heitt har sum í Suðurskandinavia

Í fortíðini var Grønland grønt við tøttum skógi og einum veðurlagi, sum líktist tí, sum syðri partur av Svøríki hevur nú.

 

Tað heldur í hvussu er Eske Willerslev, sum er professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og ta niðurstøðuna er hann komin til eftir at hava kannað ísin frá nøkrum royndarboringum í Grønlandi. Í støðum varð borað næstan tveir kilometrar niður í ísin.

 

Eske Willerslev sigur, at hann hevur funnið fleiri tekin um, at fyri 450.000 árum síðani vuksu gran- og furutrø í Suðurgrønlandi, og hann hevur eisini funnið genetisk spor eftir summarfuglum, flugum og øðrum kyktum.

 

-Umstøðurnar hava verið ógvuliga líkar tí, sum vit síggja í teimum suðursvensku skógunum í dag. Hetta sigur okkum eisini, at tað hevur ongantíð fryst meiri enn 17 kuldastig um veturin, og sum hitin um summarið hevur verið minst 10 stig, sigur Erik Willerslev við vísindatíðarritið Science.

 

 

Bráðnar ikki burtur

 

Kanningarnar av ísinum í Grøalandi benda eisini á, at okkum nýtist ikki at stúra fyri, at innlandsísurin í Grønlandi fer at bráðna orsakað av veðurlagsbroytingunum. Eske Willerslev sigur, at royndarboringarnar vístu, at ísur var í Grønlandi fyri 125.000 árum síðani, tá tað var fimm stig heitari enn í dag.

 

-Tí vænta vit ikki, at innlandsísurin fer at bráðna burtur, sigur Eske Willerslev.

 

Vísindamenn hava annars leingi ávarað um, at grønlendski innlandsísurin kann hvørva, og at tað fer at ávirka heimshøvini so nógv, at stór kring heimin øki fara undir.