Einans føroyskur tónleikur í útvarpinum

Kodatølini fyri lutbýtið av føroyskum tónleiki í almenna føroyska útvarpinum hava seinnu árini verið alt annað enn høg, eitt av uppskotunum, ið var frammi, tá tølini vórðu kunngjørd fyri nøkrum árum síðan, var ein spæl føroyskt dagur. Nú verður hetta veruleiki. Í nógv ár hevur danskt útvarp í samstarvi við eitt nú KODA og konsertstøð skipað fyri Spil Dansk Dagen, har einans danskur tónleikur verður spældur. Ein spæl føroyskt dagur er eitt tiltak, ið er rættuliga lætt at fyriskipa hjá Útvarpinum og sum hevur sterkt signalvirði. Tí má hetta metast at vera eitt sera gott tiltak, ið nú verður farið undir.

 

Hósdagin 22. mars verður vinnarin av sangskrivarakappingini hjá Atlantic Music Event funnin. Í sambandi við hetta skipar útvarpsparturin í Kringvarpi Føroya sambært ame.fo fyri?Spæl føroyskt degi?. Sostatt verður bert føroyskur tónleikur í útvarpinum frá morgni til myrkurs henda dagin.

 

Í sambandi við handanina spælir Jensina Olsen, ið vann Singer/songwriter kappingina hjá Hafina Lounge í 2006 í Norðurlandahúsinum, enn er tó einki at frætta um, Sjónvarpi, hinar útvarpsrásirnar ella onnur spælistøð ætla at luttaka á degnum, eins og gjørt verður í Danmark.