Klokkan 19 í kvøld fer finski dómarin, Tero Nieminen, at bríksla fyri fyrstu ferð í fyrsta europeiska dystinum nakrantíð fyri føroysk feløg á ovara vølli í Gundadali.
NSÍ eigur heimavøll ímóti georgiska Dinamo Tbilisi.
Í síðstu viku vann georgiska liðið 3-0 á heimavølli. Øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki.
Hóast tað í síðstu viku hilnaðist væl betri í 2. hálvleiki, enn tað gjørdi í 1. hálvleiki, so fer NSÍ í kvøld at royna seg í somu útgangsstøðu, sum FM vinnararnir gjørdu í fyrra umfarinum í Georegia.
Einasta broytingin verður, at Jens Martin Knudsen fer at loysa leikbannaða Tórð Thomsen av í málinum.
NSÍ liðið sær soleiðis út frá fyrsta bríksli: Jens Martin Knudsen ? Aco Pandurovic, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen ? Bogi Løkin, Nenad Stankovic, Milan Pejcic ? Øssur Dalbúð, Hjalgrím Elttør ? Karoly Potemkin.
Í Georgia loysti Filip Jacobsen beinanvegin eftir steðgin Karoly Potemkin av. Tá varð Øssur Dalbúð einsamallur á toppinum. Filip varð settur inn á miðvøllin í høgru, og Bogi Løkin varð settur meiri sentralt á miðvøllinum, soleiðis at uppstillingin var 4-5-1.
Men í kvøld ætlar NSÍ sær altso at vera meiri álopssinnað, enn liðið var í 2. hálvleiki í Georgia, tá ið tað mest ráddi at binda fyri, so tapið ikki gjørdist størri enn 3-0.