Torleif Sigurðsson er ikki samdur í tíðindunum, hann hoyrdi í útvarpinum á middegi fyrradagin um, at Klaksvíkar Býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri ár 2000.
? Er fíggjarlógin samtykt, so hevur býráðsformaðurin sjálvur samtykt hana, sigur Torleif Sigurðsson, ið undrast yvir arbeiðsháttin hjá býráðsformanninum í Klaksvík.
Andstøðulimurin í býráðnum greiðir frá, at øll minnilutauppskotini fullu á býráðsfundinum mánadagin, men hetta heldur hann kortini ikki merkja, at fíggjarlógaruppskotið hjá samgonguni kann samtykkjast uttan atkvøðurgreiðslu.
? Býráðsformaðurin gav okkum hvørki høvi at atkvøða fyri ella ímóti fíggjarlógaruppskotinum, men samtykti tað bara av sínum eintingum, og hetta kann ikki vera rætt.
Skeiv tíðindi
Torleif Sigurðson er somuleiðis skelkaður av, at útvarpið fyrrdagin visti at siga frá býráðsformanninum, at 3 milliónir krónur eru játtaðar til nýggju læknamiðstøðina, ið ætlanir leingi hava verið um at gera í Klaksvík.
? Hesum tíðindum er einki hald í. Læknamiðstøðin hevur eina játtan í fíggjarlógaruppskotinum á eina hálva millión. Restin av teimum trimum milliónunum eru pengar, samgongan ætlar sær at taka úr einum grunni, ið er ætlaður til umvælingar av svimjihøllini.
Torleif Sigurðsson sigur í hesum sambandi, at tað hevði verið bertur, um uppskotið frá andstøðuni um at brúka ta hálvu milliónina til at gera verandi høli hjá kommunulæknunum í hóskandi stand. Hetta, heldur hann, nevniliga hevði borið til fyri hálva millión, meðan tað als ikki ber til at fáa nakra læknamiðstøð upp at standa fyri hvørki hálva millión ella tríggjar milliónir.
Torleif Sigurðsson sigur tað vera púra vanliga mannagongd hjá Klaksvíkar Býráð at seta minni pening av enn veruliga neyðugt til ymisku ætlarnirnar, fyri síðani at taka írestandi peningin úr ymiskum grunnum ella rætt og slætt koma við eykajáttan.
Serførðingar í yvirtrekki
? Samgongulimirnir í Klaksvíkar Býráð eru veruligir serfrøðingar í yvirtrekki. Fyri at fáa fíggjarlógirnar at síggja snøggar út við stórum yvirskoti, verður altíð ov lítið sett av til ymisku ætlanirnar. Men tá arbeiðið verður framt, og tað vísir seg at fara langt út um játtanina, er vanlig mannagongd, at peningurin verður tikin úr ymiskum grunnum, sum eru ætlaðir til onnur endamál. Tað er júst hetta, ið er hent við heilsumiðstøðini.
Torleif Sigurðsson vísir á, at kommunan hevur átt um átta milliónir í ymiskum grunnum, men nú eru bert tvær milliónir eftir, tí peningurin er nýttur at viga upp fyri undirskoti hjá býráðnum.
? Heldur hendan gongdin fram, eigur kommunan skjótt ongan reiðan pening eftir og likviditeturin er sostætt horvin, staðfestir andstøðulimurin.
Torleif Sigurðsson væntar ikki nakra heilsumiðstøð, hóast tríggjar milliónir skulu nýtast til hana næsta ár. Tískil væntar hann, at læknar fara at rýma, tá teir hvørki fáa betri sømdir í verandi hølum ella eina nýggja heilsumiðstøð.
Afturat øllum er Torleif Sigurðsson eisini ónøgdur við, at býráðið ikki vil hækka játtanina til barnaansing.