POLITIKKUR
- Eg taki kraftiga avstand frá, at nakar hevur framíhjárætt at keypa bankan.
Hetta sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, eftir at tað í gjár frættist, at fýra føroyskir stóríleggjarar - Tjaldur, P/F 14, Lív og TF Holding – skuldu vera útvaldir til at keypa 28 prosent av Føroya Banka.
Hetta visti Útvarpið at siga frá ónevndum keldum, men sjálvur váttaði landsstýrismaðurin á Tingsins røðarapalli seinnapartin í gjár, at hann visti einki um nakrar útvaldar keyparar.
Bárður Nielsen váttar tó fyri Sosialinum, at ymsir “følarar” hava verið úti m.a. hjá áðurnevndu íløgufeløgum, men sambært fíggjarmálaráðharranum, hevur tað ikki so stóran týdning, at júst hesi feløg eru spurd, um tey eru áhugað at keypa partabrøv í Føroya banka, tí hetta merkir ikki tað sama sum, at tey hava nakran framíhjárætt.
- Bankin verður seldur til hægstbjóðandi, sigur Bárður Nielsen.
Tað eru ráðgevararnir hjá Fíggingargrunninum, ið hava havt hesar “følararnar” úti, um áhugi er til staðar hjá m.ø. ávísum íløgufeløgum.
Prísurin ásettur í seinastu løtu
Bárður Nielsen greiðir frá, at partabrøvini í bankanum verða skrásett á Virðisbrævamarknaði Føroya, og at prísurin ikki verður ásettur fyrr enn náttina fyri, tey koma á VMF. Sostatt verða tað bara tey, ið bjóða mest, sum sleppa at keypa.
Í viðtøkunum fyri grunnin stendur, at søla av bankanum kann ikki fara fram uttan samtykki frá landsstýrismanninum, men eftir at at fíggjarmálaráðharrin fekk grønt ljós frá Løgtinginum at fara undir at einkilja bankan, hevur Fíggingargrunnurin staðið fyri einskiljingargongdini, greiðir Bárður Nielsen frá.
Men eru so hesi fýra føroysku íløgufeløgini, sum vit hava hoyrt um, góð boð upp á møguligar keyparar?
- Jú, sjálvandi eru tey tað, tí tey hava nógvar pengar. Men tað eru eisini onnur, sum eiga pengar í Føroyum, sigur Bárður Nielsen, sum ikki sigur seg ivast í, at áhugin verður stórur, tá Føroya banki skal seljast.
Ætlanin er, at sokallað atkvøðuavmarking skal vera í ognarviðurskiftunum í tí einskilda Føroya banka. Tvs. at ein eigari skal ikki hava ræði á fleiri enn 10 % av atkvøðunum. Hetta merkir tó ikki tað sama sum, at ein eigara kann eiga ein størri part av bankanum enn 10%.
MYNDATEKSTUR
Tann, ið bjóðar hægst, sleppur at keypa, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Hann vísir aftur, at summi eru útvald at sleppa at ogna sær partabrøv í Føroya banka