- Eingin atlimaskapur til samgonguna

Avgerðin hjá Alfrd Olsen um at taka seg úr samgonguni verður tikin upp í Lítlu samgongu. Tað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, ið heldur politakarar eru farnir at markera seg, nú valskeiðið er farið halla. Hann harmast um, at summir tingmenn gjørdu málið um §266b til samgongumál

POLITIKKUR

 
Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum hevur tikið seg úr samgonguni. Sjálvur var hann fámæltur um hesa avgerð í blaðnum í gjár, men higartil hevur floksformaðurin Kaj Leo Johannesen sagt seg virða hesa avgerð. Formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins, Kristian Magnussen, segði við Sosialin í gjár, at hann einki fór at gera við hetta málið, um hetta ikki órógvaði teirra arbeiði stórvegis.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður og samgonguleiðari, kallaði fyri jól avgerðina hjá Alfred Olsen “langt úti”.
Men metir hann ikki útmeldingarnar frá m.ø. Kristian Magnussen og Kaj Leo Johannesen kunnu tykjast ørkymlandi hjá fólki? Hevur Alfred Olsen ikki meldað seg inn í andstøðuna, hóast hann er farin úr samgonguni? Og kann ein samgonguleiðari liva við, at ein tingmaður tekur seg úr samgonguni, men verður verandi í flokkinum?
- Enn hava vit ikki viðgjørt hetta málið í tí foruminum, hetta málið skal viðgerast í, sum er Lítla samgonga. Lítla samgonga er eg sjálvur, Bárður Nielsen, Bjarni Djurholm og floksformenninir í samgonguni á tingi. Vit fara at taka hetta málið upp og viðgera, hvussu man takklar hetta, sigur Jóannes Eidesgaard.
Nær hetta verður, dugir hann ikki at siga, men tað verður helst innan næsta tingfund, ið verður tann 23. januar.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Samgongan minkar
 
- Tað er eitt spesielt forhold at melda seg úr samgonguni, men at halda fram við at vera limur í flokkinum, men tað má vera upp til Sambandsflokkin at viðgera.
- Men nú eru vit ikki longur 20, men 21 í samgonguni, og hetta hevur nøkur praktisk ting við sær. At vera í samgongu gevur positión í Løgtinginum, men vit mugu viðgera, um vit skulu gera broytingar ella liva við hesum ella gera avtalur við Alfred Olsen, sigur samgonguleiðarin, og sipar m.a. til, at Alfred Olsen er formaður í Løgtingsins rættarnevnd.
Jóannes Eidesgaard sigur tó, at eitt og hvørt val hevur avleiðingar.
- Tað er antin-ella, og tað er eingin atlimaskapur til samgonguna, sigur samgonguleiðarin.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hartar ikki tey røttu
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Spurdur, um hann metir at sambandsformaðurin Kaj Leo Johannesen hevur handfarið hetta málið á rættan hátt, sigur løgmaður:
- Eg havi onga viðmerking til handfaringina hjá Kaj Leo Johannesen, men tað harmar meg almikið, at Alfred Olsen hevur gjørt hetta (málið um §266b, blaðm.) til eitt samgongumál.
Jóannes Eidesgaard nevnir í sama viðfangi, at m.a. Gerhard Lognberg vendi sær til sín og bað seg útseta viðgerðina §266b til týsdagin, eftir at triðja viðgerð av málinum skuldi vera. Hetta vildi løgmaður tó ikki, tí sum hann tekur til, so hevði hvør tinglimur fingið frælsi til at atkvøða eftir síni sannføring í hesum málinum, og tí var tað sambært honum ikki eitt samgongumál.
- Hetta er tað danir kalla “at rette bager for smed”. Man skal vita hvønn man skal harta, sigur Jóannes Eidesgaard og sipar til, at Alfred Olsen hevur tikið seg úr samgonguni.
- Tað harmar meg, at §266b fekk so djúpar avleiðingar, sigur Jóannes Eidesgaard og nevnir eisini Karsten Hansen, ið tók seg úr Tjóðveldisflokkinum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Markeringar merkjast
 
Í blaðnum í gjár vildi Kristian Magnussen vera við, at tað merkist í tí politiska umhvørvinum, at val er í eygsjón. Spurdur, um løgmaður eisini heldur seg merkja hetta, sigur hann, tað heldur hann ikki.
- Vit hava júst samtykt eina fíggjarlóg fyri 2007. Tingmenn hava verið sína uppgávu vaksnir, tí búskapurin fór ikki á glið, sigur Jóannes Eidesgaard, sum tó viðgongur, at markeringar millum politikarar eru farnar at síggjast.
Løgmaður vil tó ikki síga stórvegis, um val kann væntast í tí nýggja árinum.
- Tað einasta eg kann siga er, at tað verður í hvussu er val í seinasta lagi 20. januar 2008, sigur løgmaður.
 
 
 
 
 
 
MYNDATEKSTUR
 
- Tað er antin-ella, sigur Jóannes Eidesgaard um støðuna hjá Alfred Olsen.