Eingin avgerð um brosnuna

Nú brosnudysturin í EM-hondbóltskappingini millum Kroatia og Spania er komin í helvt, er tað framvegis púra opið, hvør fær brosnu. Støðan í steðginum er, ar kroatar eru á odda við einum máli, 13-12.

 

Kroatar byrjaðu dystin betur, og tá fyrri hálvleikur var komin í helvt, vóru teir á odda 9-4 og fimm minuttir seinni 10-5. Tað er merkisvert, at Spania bara fekk fimm mál í 20 minuttir, men so skal sigast, at tað spanska álopið virkaði ikki serliga væl, samstundis sum Alilovic í kroatiska málinum hevði eina av sínum mongu góðum løtum

 

Ímóti endanum av hálvleikinum settu kroatar spæliferðina niður, og tað gav spaniumonnum møguleikan at koma inn aftur í dystin, so nú steðgur er, er bara eitt mál á muni.