Eingin avgerð um Torbjørn

Hóast Tjóðveldisflokkurin helt drúgvan fund út á fríggjanáttina, kom flokkurin ikki til nakra avgerð um landsstýrismannin í undirvísingar- og mentamálum

Torbjørn Jacobsen er komin í brennidepilin, tí hann kom við ógvusligum viðmerkingum um løgmann í Sosialinum. Seinni royndi at avsanna hesi úttalilsi, hóast tey vóru røtt.

Løgmaður hevur sagt, at hann góðtekur almennu umberingina frá Torbirni Jacobsen, men Tjóðveldisflokkurin vil ikki góðtaka, at landsstýrismaðurin hevur nýtt so atfinningarsom orð um løgmann.

Tjóðveldisflokkurin skuldi eftir ætlan taka fundin um atburðin og framtíðina hjá Torbirni Jacobsen upp aftur á fundi í gjár.