- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Øll skipini fiska upsa, men fiskiskapurin eftir upsa er smáligur. Pørini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at partrolararnir fáa nakað av toski, blálongu, kongafiski og longu sum hjáveiði.
- Tveir djúpvatnstrolarar fiska eisini upsa, og teir fáa eisini nakað av blálongu og kongafiski. Hesir báðir koma helst inn at landa fyrst í vikuni sum kemur.
Um teir smáu trolbátarnar, vita tey á Fiskamarknaði Føroya í dag at siga, at bara ein trolbátur er til fiskiskap í løtuni. Hesin fær mest av toski, hýsu og nakað av upsa.
- Trolbáturin, sum er til fiskiskap, kemur inn at landa fyrst í næstu viku. Hinir allir liggja, men onkur fer helst út aftur ein av næstu døgunum, verður lagt aftrat.