Eingin bjóðar Mary av sum forkvinna

Tí heldur hon fram sum forkvinna fyri Heilsuhjálparafelag Føroya

Tá freistin at stilla upp til formansvalið í Heilsuhjálparafelag Føroya, var úti 15. februar kl. 16, var bert eitt uppskot komið inn, ið var frá sitandi forkvinnu Mary Antonsdóttir.

Hetta merkir, at Mary Antonsdóttir heldur fram sum forkvinna komandi 3 árini.

Tað skrivar Heilsuhjálparafelag Føroya.

 

Felagið skrivar eisini, at freistin at stilla upp til nevndina í felagnum eisini fór klokkan 16 í gjár, og tá vóru bara tvey uppskot til nevnd, og eru tað sitandi nevndarlimir Ragna Vilhelmsdóttir og Svenn Martinsson.

 

Hetta merkir, at tey eru afturvald sum nevndarlimir komandi tvey árini.

 

Tiltakslimir verða valdir á aðalfundinum.