Neistin-StÍF 30-23 (17-9)
Tað var við stórum vónum, at farið varð oman í Ítróttarhøllina á Hálsi mikukvøldið, har lagt var upp til eitt brak av einum hondbóltsdysti, tá seinna hálvfinalan í steypakappingini millum Neistan og StÍF skuldi avgreiðast.
Eitt tað fyrsta ein legði til merkis, tá trinið varð inn í høllina var, at stórur munur er á, hvussu trúgvir áskoðararnir eru móti liði sínum.
Tvær vikur framman undan høvdu liðini bæði dystast á Skála, og tað ferðina kundu neistaáskoðararnir teljast á einari hond. Hesu ferð var høllin so at siga stúgvandi full, og ein heilt fittur partur av áskoðarunum vóru strandingar, sum høvdu lagt leiðina til Havnar, so karmarnir fyri einum spennandi og undirhaldandi dysti, vóru í øllum førum til staðar.
Fyrra hálvfinalan endaði sum kunnugt við eitt máls sigri til strandingar, tá teir fingu avgerandi máli við seinasta skotinum í dystinum, og havandi í huga at liðini høvdu leiktu javnt seinasta dystin teirra millum í grundspælinum, var tí øll orsøk til at vænta ein javnan og spennandi dyst.
Neistin eksploderaði
Hetta sá eisini út til at gerast veruleiki fyrstu løtuna av dystinum, men brádliga var tað sum neistaliðið eksploderaði. Ikki tí, tað er hent fyrr, men tá hevur tað ofta verið í stuttum løtum.
Hesu ferð vardi eksplosiónin í góðar 20 minuttir, og serliga vóru tað Heini, Áki og Finnur, sum gjørdu um seg, tá teir lyftu likamið frá gólvinum og lameteraðu bóltarnir fram við málverjanum hjá strandingum, líkamikið um hesin æt Johan ella Pól Jákup.
Samstundis riggaði verjuparturin á neistaliðnum sera væl, og komst hetta í stóran mun av, at Finnur nú bert verður nýttur í álopspartinum. Har er hann nevnliga ein sera týdningarmikil partur av liðnum, meðan tað ofta hevur gingist sera striltið hjá honum í verjupartinum.
Nú hevði venjarin valt, at lata løgtingsmannin hjá Neistanum avloysa Finn í verjupartinum, og hetta merkist í stóran mun. Harumframt eydnaðist tað eisini hjá Kára Mortensen at fremja eina sera offensiva dekking mótvegis John Petersen, sum als ikki slapp fram at skotmøguleikum, og við hesum var ein stórur partur av álopsvápninum hjá StÍF sett úr spælinum.
Alt í alt ein sera góður fyrri hálvleikur frá neistaliðnum, og í hálvleikinum mundu flestu áskoðararnir verða samdir um, at um liðið nú helt fast, átti finalusessurin at verið heima.
Sigurin kom í vanda
Neistaliðið byrjaði eisini seinna hálvleik á sama hátt, sum teir sleptu í fyrra. Tvey mál á rað syrgdu fyri eini 10 mála leiðslu, og strandingar tóktust alt meira mótfalnir.
Brádliga raknaðu teir tó við aftur, og spakuliga fóru teir at taka burtur av leiðsluni hjá Neistaliðnum. Í eini roynd at venda dystinum, valdu teir so at siga allan seinna hálvleik at mansverja Áka og Heina, og hetta tóktist í stóran mun at darva álopsspælinum hjá havnarliðnum. Tað var sum vistu leikararnir á heimaliðnum ikki, hvønn teir nú skuldu royna at spæla upp til skot, og flestu álopsroyndirnar endaðu við hálvhjartaðum einstaklingaroyndum. Tá teir so endiliga komu ígjøgnum strandaverjuna, stóð Johan sum ein múrur millum stengurnar.
John var nú eisini komin fyri seg, og helst mundi tað vera honum ein stór hjálp, at Alexandur nú var komin á veingin, so John sjálvur varð fluttur nærri miðjuni.
Frá støðuni 19-9 togaðu strandingar seg eftir 12 minuttum upp á 17-21, og brádliga var finalusessurin bert eini trý ella fýra mál burturi. Neistaleikararnir, og ikki minst ?áskoðararnir, gjrørdist alt meira tyngdir av nervum av gongdini, og fóru nú at hugsa um, hvørt tað veruliga skuldi eydnast StÍF at taka leiðsluna innaftur.
Framhaldandi vórðu Áki og Heini mansvardir, og tá tað eina ferð eydnaðist Áka at skræða seg leysan, var Artur sera heppin, tá hann bert fekk tveir fingrar frá dómarunum, tá hann heldur átti at fingið reyða kortið fyri at skumpa Áka, sum hevði beina kós móti málinum.
Ódnartakið hevði tó helst kostað ov nógvar kreftir, tí um hálvan seinna hálvleik, byrjaði heimaliðið aftur at fáa glið á, og so við og við, fóru teir nú aftur frá Strandingunum.
Í álopspartinum funnu teir nú stevið aftur, og tá Bogi móti endanum kom á vøllin fyri Petur, stongdi hann málið í einar fimm minuttir, so sigurin ikki enn einaferð kom í vanda.
FM er framvegis eftir
Neistaliðið er sostatt til reiðar at leika finaludyst, meðan strandingar mugu ásanna, at hetta ikki skal gerast teirra lutur hetta kappingarárið.
Enn hava teir tó onga orsøk til at hanga við høvdinum, tí framvegis hava teir eitt FM-heitið at verja, tá hugsað verður um, hvussu liðið leikti seinasta ár eftir vónbrotið í finaludystinum, er als ikki óhugsandi, at teir enn einaferð reisa seg, og hevnað steypatapið í landskappingini.
Fyrsta møguleikan til hetta fáa teir, tá teir komandi sunnudag skulu til Vestmanna, og um tað eydnast teimum at skala oddaliðnum, munnu viðhaldsfólkini hjá Neistanum helst hava gloymt alt um, at Artur skuldi sæð reytt mikukvøldið.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Neistin: Heini Joensen 10 (2), Áki Olsen 6 (1), Finnur Hansson 5, Kári Mortensen 4, Jákup Sverri Kass 2, Karl Oddmar Rasmussen 1, Elmar Ósá 1, Áki Mørk 1
StÍF: John Petersen 9 (3), Jónleif Sólsker 4, Sveinbjørn Poulsen 3, Artur Johansen 2, Marius Joensen 2, Kartin Danielsen 2, Alexandur Johansen 1
Brotskøst:
Neistin 5, StÍF 3
Útvísingar:
Neistin 3, StÍF 5
Diskvalifikatión:
Neistin 1 (3x2 minuttir)
Dómarar úr Tjaldur:
Kári Hansen og Dánial Hansen