Í kappingini millum 5-mannaførini við kvinnum er tað Erla Kongsdóttir og so hinir bátarnir.
Avrikið hjá Erlu Kongsdóttir á vestanstevnu í Miðvági í kvøld var av slíkum slagi, at spurningurin er, um tað ikki ber til at siga, at í kappróðrinum í ár í øllum støddum av bátum og tá ið tað fevnir um bæði menn og kvinnur, so er tað Erla Kongsdóttir við kvinnum og so allir hinir bátarnir.
Erla Kongsdóttir tryggjaði sær í kvøld triðja FM heitið á rað. Tað er so eitt. Eitt annað er avrikið, sum tær úr Fuglafirði vístu í kvøld.
Sigurin var so sannførandi, sum hann ikki hevur verið fyrr í ár. Erla Kongsdóttir fleyg avstað, og Erla Kongsdóttir økti støðugt um munin aftur til næstu bátarnar.
Hóast eingin hótti tær á nakran hátt, so løgdu tær á Erlu Kongsdóttir so nógv fyri í endaspurtinum, at tað kundi kenst sum um, at tær róðu fyri lívinum.
Eitt framúr avrik og ein ógvuliga virðiligur FM vinnari.
Hjá hinum bátunum var dagsskráin at vinna næstfremsta plássið. Heykur úr Hósvík endaði á øðrum plássi. Hann var næstan trettan sekund aftanfyri Erlu Kongsdóttir.
Kappingin um næstfremsta plássið var stór. Blikur av Argjum endaði á triðja plássið, og so vóru tað bátarnir av Glyvrum, sum stríddust um fjórða plássið. Ta kappingina vann Spógvin á Tjaldrinum.
1 | Erla Kongsdóttir | 05:13.47 |
2 | Heykur | 05:26.23 |
3 | Blikur | 05:27.47 |
4 | Spógvin | 05:29.42 |
5 | Tjaldrið | 05:32.21 |
6 | Falkur | 05:33.39 |
7 | Ørnin | 05:36.07 |
8 | Junkarin | 05:36.09 |
9 | Báran | 05:53.21 |
1 | Erla Kongsdóttir | 42 |
2 | Blikur | 33 |
3 | Heykur | 32 |
4 | Falkur | 21 |
5 | Spógvin | 13 |