Eingin føroyingur á vøllinum

FCK sýndi stórspæl, tá teir í seinasta heimadystinum í ár vundu burtur úr AaB

 

Superliga

Jákup Mørk


Danska superligan fer nú í vetrarfrí, og hóast FCK enn hevur ein dyst eftir móti Borussia Dortmund, so var talan leygardagin um seinasta heimadystin á árinum.

Áskoðarar felagsins kundu neyvan krevja meira enn tað, sum teir fingu leygardagin, tí FCK spílaði seg veruliga út. Longu tíðliga í dystinum høvdu bæði Peter Møller og Thomas Røll góðar møguleikar, men farast skuldi fram við hálva tímanum, áðrenn heimaliðið loksins legði seg á odda við einum máli frá Christian Poulsen.

Beint sum seinni hálvleikur byrjaði, økrti Morten Bisgaard, og Peter Møller slerdi sigurin rimmarfastan fáar minuttir seinni.


Eingin føroyingur

Christian Høgni Jacobsen var ikki í hópinum, tá Esbjerg á heimavølli mátti taka til takkar við einum greiðum 2-0 tapi móti Vejle. Fyri Esbjerg merkti hetta, at týðandi stig varð mist í stríðnum um europeisku plássini, meðan Vejle fyri fyrst slapp sær upp um niðurflytingarstrikuna.

Triði føroyinguin í superliguni, Johan Byrial Hansen, var heldur ikki á vøllinum, tá OB á heimavølli spældi 2-2 móti AB. Tað hevði nokk einki forgjørt verið í, at gestirnir fóru avstað við øllum, men í Karim Zasa hevði OB ein sera tryggan aftasta skansa.

Annars varð vikuskiftið merkt av, at tað nú eftir øllum at døma er søga, at yrkisfótbóltur verður leiktur í Lyngby. Fyrrverandi felagið hjá Toda Jónsson hevur leingi havt fíggjarligar trupulleikar, og hóast nógvar loysnir hava verið royndar hetta seinasta árið, so ásannar eigarin av felagnum nú, at stríðið hevur verið til fánýtis.

Tað var tó ikki uttan víðari, at Lyngby segði farvæl við danskan yrkisfótbólt. Teir megnaðu nevnliga at stríða seg til javnleik móti Brøndby, og harvið hjálpa fyrrverandi eigara felagsins. Hann eitur Flemming Østergaard, og er í dag stjóri í FCK.