Eingin fekk fyrimun

Hóast hugsningur var at avgreiða dystin í Gundadali, har B36 skuldi fáa vitjan av Víkingini, so var alt umfarið, sum skuldi spælast í gjár, flutt. Eingin fekk tískil fyrimun í strævnu kappingarætlanini

Fótbóltur

 

Veðrið argaði aftur føroysku fótbóltskappingina um vikuskiftið. Júst sum í øðrum umfari av kappingini um løgmanssteypið, legðist nógvur kavi á vøllirnar kring landið, og Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum sá ikki aðrar møguleikar enn at flyta alt umfarið.

Einans í Havn, har B36 eftir ætlan skuldi fáa vitjan av Víkingi, var hugsningur um at spæla, men FSF vildi ikki avgreiða dystin.

- Skráin hjá liðunum verður harðari, nú ein dystur skal spælast aftrat. Vit mettu ikki, at tað var rætt, at nøkur lið verða kroyst, meðan hini hvíla. Tí gjørdu vit av at flyta alt umfarið, segði formaðurin í Kappingarnevndini hjá FSF, Sveinur Tróndarsson, í útvarpsendingini hjá Rás2, 3. Hálvleikur, í gjár.

Fólk vóru farin undir at rudda vøllin í Gundadali, tá boðini komu, at eingin dystur skuldi spælast. Ivamál er eisini, um dysturin hevði verið spældur, tí veðrið var sera óstøðugt í høvuðsstaðnum seinnapartin í gjár.

 

Ikki spælandi

Longu leygardagin vóru greiðar ábendingar um, at veðurgudarnir eina ferð enn skuldu leggja bein fyri dystum í Formuladeildini. Í næstbestu deildini var ikki spælt, og nógvi kavin var eisini orsøkin til, at fótbóltsáhugaðir føroyingar ikki sóu nakran dyst á føroysku vallunum um vikuskiftið.

- Tað var ikki spælandi. Ivamál vóru um dystirnar á Sandi og í Klaksvík, men fólk á staðnum staðfestu, at tað vóru ikki líkindi og umstøður til fótbólt. Vit hava ein fund í morgin (mánadagin, blðm.), og so fáa vit at síggja. Vit vita einki enn. Tað hevði verið frægast, um dystirnir vóru avgreiddir skjótast gjørligt, men tað kann eg ikki taka støðu til her og nú, segði Sveinur Tróndarsson við útvarpssendingina 3. Hálvleikur.