Eingin ferðsla gjøgnum tunnilin

Mánadagin byrjaðu fólk frá Landsverki arbeiðið við at tryggja loftið í Leynatunlinum. Arbeiðið er mett at vara í umleið tríggjar mánaðir.

Leynatunnilin: Hetta arbeiðið kemur at darva ferðsluni so mikið, at tunnilin verður stongdur fyri allari ferðslu frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 8 til 19.
Meðan arbeitt verður fara bilarnir at koyra eftir við gamla vegnum framvið Leynavatni.
Vegurin fram við Leynavatni er einsporaður, og tí hevur Landsverk sett upp ferðsluljós fyri at leiða ferðsluna so lætt gjøgnum sum gjørligt.
-Roknast kann kortini við eini bíðitíð uppá umleið 10 min. Heitt verður í hesum sambandi á fólk um at sýna stórt varsemi og tolsemi, upplýsir Landsverk.
Um næturnar og um vikuskiftini verður tó koyrandi sum vanligt gjøgnum sjálvan tunnilin.
Hetta vegastrekkið var áður tað, sum bant flogvøllin og bygdirnar vestanfyri við hin partin av landinum. Men so líðandi vaks ferðslan, soleiðis at vegastrekkið ikki var egnað til hesa.
Í 1977 kundi Landsverkfrøðingurin á fyrsta sinni loyva ferðslu gjøgnum henda 760 metrar langa tunnilin.