Eingin ger nakað við Sílið

Tað var einki at ivast í, tá ið dreingjamanningarnar kappaðust í 5-mannaførum.

Sílið stakk seg beinanvegin framum teir næstu, og so var spurningurin bara, hvussu stórur, trivaligur og sannførandi sigurin skuldi verða.

Á málinum var Sílið meiri enn eina bátslongd frammanfyri Havfrúnna. Vestmannadreingir vóru alla tíðina í tættari kapping við Junkaran úr Kvívík um næstfremsta plássið. Á málinum var munurin ein lítil skutur.

 

1 Sílið 04:53.15

2 Havfrúgvin 04:57.21

3 Junkarin 04:58.15

4 Strípan 05:05.00

5 Tjaldrið 05:05.18

6 Katla 05:08.13

7 Teistin 05:09.01

8 Jallurin 05:13.11

9 Blikur 05:18.10

 

1 Sílið 21

2 Havfrúgvin 17

3 Junkarin 16

4 Tjaldrið 11

5 Strípan 9

6 Teistin 6

7 Katla 2

8 Blikur 1

9 Tambar 1

10 Jallurin 0