Tíðarfreistin fyri grundlógararbeiðið kann ikki haldast, og tí verður endaligt uppskot um føroyska grundlóg ikki liðugt á nýggjárinum, soleiðis sum ætlanin hevur verið.
Hetta ger Jóan Pauli Joensen, formaður í Grundlógarnevndini greitt í brævi til Høgna Hoydal, varaløgmann.
Sosialurin hevur umvegis keldur í grundlógararbeiðnum fingið kunnleika til innihaldið í brævinum.
Grundlógarnevndin hevur seinastu vikurnar viðgjørt arbeiðið hjá nevndini. Allar partar í nevndini hava sagt sína hugsan um, hvussu grundlógararbeiðið kann koma víðari, og hvat krevst fyri at fáa eitt endaligt uppskot um føroyska grundlóg.
Úrslitið av hesi viðgerð er greið. Grundlógarnevndin metir seg ikki kunna gera uppskotið um føroyska grundlóg liðugt í ár. Grundlógarnevndin kann heldur ikki lata landsstýrinum eitt fyribilsuppskot 1. oktober, og nevndin hevur ikki stundir at skipa fyri almennum hoyringum í ár.
Gera status
Støðan í grundlógararbeiðnum hevur havt við sær, at formaðurin í nevndini, Jóan Pauli Joensen, hevur sent varaløgmanni, Høgna Hoydal, skriv, har hann biður varaløgmann taka neyðugu stigini, nú tað er greitt, at tíðarfreistirnar, sum eru settar, kunnu ikki haldast.
Grundlógarnevndin ætlar at lata landsstýrinum eina statusfrágreiðing 1. oktober, har nevndin eisini ætlar at koma við einum uppskoti um, hvørjir partar av grundlógaruppskotinum kunnu fáa endaliga nevndarviðgerð í ár.
Langt á mál
Jóan Pauli Joensen heldur, at arbeiðlagið í Grundlógarnevndini hevur sum heild verið gott, men hann heldur samstundis, at ávísar broytingar kunnu gerast.
Arbeiðshátturin, sum er staðfestur í arbeiðssetninginum hjá nevndini, ger, at arbeiðið tekur langa tíð, og skal grundlógaruppskotið verða fakliga forsvarligt, samstundis sum roynt verður at finna politiskar semjur í nevndini, er framvegis langt á mál.
Jóan Pauli Joensen heldur, at eitt uppskot um føroyska grundlóg kundi verið liðugt á nýggjárinum, um allir serfrøðingarnir vórðu keyptir leysir til arbeiðið, men hetta er óhugsandi. Tá verður heldur ikki roknað við, at almennu hoyringarnar skulu gerast.
Løgtings- og fólkatingsval eru farin at spøkja, og formaðurin í Grundlógarnevndini heldur, at almennu hoyringarnar verða órógvaðar av valstríði, um tær verða gjørdar í næstum.
Grundlógarnevndin vil nú hava at vita frá varaløgmanni, hvat skal henda víðari í málinum.