Eingin gudstænasta komandi sunnudagin

Fólkakirkjan heldur seg til tey almennu tilmælini. Tí verður eingin kirkjugongd komandi sunnudag 6. juni - 1.s.e.tríeindardag.

Hesum boðar Fólkakirkja frá á heimasíðuni.

 

Um aðrar kirkjuligar tænastur sigur Fólkakirkjan, at sambært læknafrøðiliga mynduleikanum kunnu kirkjuligar tænastur verða í komandi viku: dópur, vígslu og jarðarferð.

 

– Víst verður til galdandi tilmæli í skrivi til sóknarprestarnar og kirkjuráð dagfest 16. apríl 2021, sigur Uni Næs, virkandi biskupur