Eingin hugsar um okkum í skúrinum

- Um vit hava fylgt við valstríðnum? Noy, galø. Har er einki sum hevur okkara áhuga. Eg haldi, at politikkararnir næstan hava gloymt okkum. Teir tosa bara um skúlar, tunlar og sjúkrahús – og so eitt løgið postkort. Nær hevur tú hoyrt nakran teirra nevna útróðrarmannin við einum einasta orði?!

Stengurnar, Klaksvík: - Bjørn er ein góður maður. Hann er bara í skeivum flokki!

Egnararnir her á Stongunum fingu serstaka vitjan seinnapartin í gjár. Eingin minni enn teirra maður í landsstýrinum, fiskimálaráðharrin sjálvur kom á vitjan.

Sum skilst hevur hann verið teimum ein góður talsmaður, og teir hava hug at geva honum eitt fýra ára skeið aftrat.

Men tann sum skal umsita fíggjarmál í næstu samgonguni, hann fær ein verri post.

- Vit hoyra um kreppuna í USA, og tá plagar at ganga eini tvey ár, so merkja vit tað eisini. Og vit hava langt síðani rokna út, hvør skal gjalda fyri ta kreppuna: Tað verða vit!

- Verða tað ringar tíðir, so má alt fylgja við. Og verður minni fiskur at fáa, so rakar tað eisini útróðrarmannin. Er minni fiskur, so má hann arbeiða meiri. So einfalt er tað, sigur ein teirra.

Politiska tjakið gongur væl millum egnararnar í skúrunum. Teir eru samdir um, at hetta verður eitt spennandi val – eisini í Norðoyggjum.

- Tað er so púra vist, at um vit ikki velja menninar her norðuri, so verður ein skjótur endi. Er tað ikki so?!, sigur ein eldri maður.

Hinir í skúrinum nikka samtykkjandi. Eitt valdømi hevur eisini týdning fyri nakrar egnarar í Klaksvík.


Sleppa undan at arbeiða

Streymurin er av tí allarbesta í løtuni, og hetta ger at nógv virksemi er í teimum mongu egningarskúrunum her á Stongunum.

Nógvir mans eru og egna hesa løtuna. Fyrr vóru nógvir smádreingir sum vunnu sær nøkur oyru við at egna, men í dag er øðrvísi: Miðalaldurin teirra er høgur, og einki tykist benda á, at hann fer at lækka við tað fyrsta.

Í trimum av egningarskúrunum var bert tann eini skúladrongurin í ferð við at egna sín stamp.

- Eg veit ikki, hví tað er so. Men tað er púra ómøguligt at fáa ungar dreingir ella gentur sum egnarar, sigur tann eini maðurin.

Ein annar er skjótur at svara: - Ja, man skuldi trúð, at teir burdu verið glaðir um at fáa nakrar krónur fyri at egna nakrar stampar eftir skúlatíð.

- Tja, kanska er orsøkin hon, at fólk hava tað ov gott. Tað er so nógvur peningur millum fólk, at børnini bara biðja foreldrini um pengar. At gera soleiðis er so nógv lættari, enn at arbeiða fyri tí sjálvur.

- Ja, børnini verða simpelthen lærd ikki at arbeiða. Eg haldi, at fótbólturin hevur fingið alt ov nógv at siga millum tey, sigur ein annar avgjørdur á málinum.

Fyri egnararnar á Stongunum er einfalt og skjótt at fáa eyga á ta góðu fíggjarligu støðuna í føroyska samfelagnum. Í teirra hugaheimi er tað helst so, at talið av egnarum og aldur teirra er besta barometrið fyri, hvussu støðan veruliga er í samfelagnum.

- Tað hava mangan verið fleiri yngri egnarar enn nú!


Skrivstova ella egnari

Eitt er, at hesir ídnu egnararnir ikki fáa eygu á nakra kreppu. Sambært teimum hava politikkararnir heldur ikki gjørt tað. Teir hugsa bara um dagin í dag, og einki um at leggja niðurfyri til verri tíðir.

- Teir tosa bara um at byggja út, byggja nýtt og bora hol. Nær tosa teir um útróðurin og tey korini sum vit liva undir hvønn einasta dag? Tað er í øllum førum langt millum!

- Er tað kanska skrivstovukvinnan í Kontórshavn sum heldur landinum uppi, ella eru tað vit? Segði ikki útvarpið á middegi í dag, at 95 % av útflutningi okkara var fiskur?, sigur ein annar egnari.

Hann er um at vera liðugur við ein stamp. Lítið manglar í til seinasti húkurin er egndur. Tá skal vera gott at fáa sær ein lítlan steðg og ein kaffimunn í køkinum í erva.

Hesin køkurin er ikki av teim størstu og best útgjørdu, men her ber til at hvíla seg millum stamparnar. Ein góð sofa er eisini í køkinum.

- Sovna nú ikki í sofuni!, letur í einum av starvsfelagum hansara.


Ein ørvitistoskur

Her í lítla og glóðheita køkinum hava mangir góðir menn sitið. Hesar seinastu dagarnir hava serliga valevnini gingið stútt inn at vitja teir í skúrinum.

Leygardagin var Kári Post á vitjan og hann kom rættiligt í prát við menninar um útróður. Hann var óføra blíður og býtti út myndir av sær sjálvum til allar við eini áheitan um at velja rætt.

John Johannesen var eisini á staðnum og býtti út appilsinir sum helst eru keyptar frá PM Heilsøluni í Havn. Hetta fekk ein av egnarunum at vísa á tað løgna í, at var John sum fíggjaði valstríðið hjá Poul Michelsen við at keypa allar hesar appilsinirnar frá honum.

- Jóannes Ejdesgaard var eisini her á Stongunum og vitjaði. Hann hjálpti enntá til við at rætta ein stamp umborð á ein av útróðrarbátunum. Tá helt onkur fyri, at veiðan henda dagin neyvan fór at verða góð, tí nú hevði tann fyrsti ørvitistoskurin longu bitið á!

- Løgmaður kom eisini inn í okkara skúr. Eg haldi faktiskt, at honum dámdi sera væl at vera her, tí hann bleiv við og við at práta við okkum. Men um hann fær nakra stemmu hiðani, - tað dugi eg ikki at siga, sigur hesin maðurin.


So kristiliga býtt

Egnararnir í Klaksvík hava eins ymiskan politiskan lit og aðrir.

Í eina skúrinum er tað – soleiðis sum frásagt verður – flest sambandsmenn og bert ein einstakur tjóðveldismaður upp ímóti yvirmaktini. Men tað er ikki allastaðni so tvíbýtt sum her.

Ein annar skúrur hevur eitt meiri javnt politiskt býti. Her eru flest allir flokkarnir umboðaðir.

- Her eru bæði javnaðarmenn, sambandsmenn, tjóðveldismenn kanska onkur fólkafloksmaður, haldi eg. So tú sært, at her er rættiliga kristiliga býtt.

- Men sovítt vit vita, er kortini eingin sum velur tann mest kristiliga flokkin, um ein skal trúgva hasum undarliga postkortinum, sigur hesin egnarin.

Apropos postkort, so hava valevnini verið sera íðin at býta út myndir av sær sjálvum. Hetta dámar teimum væl, hóast móttøkan man vera rættiliga blandað frá einum staði til annað.

- Her kom ein sovorðin rúgva av myndum, at vit vistu ikki reiðiliga hvat vit skuldu gera við tær. Men veitst tú hvar tær endaðu: Á botninum í einum stampi!!

- So tær liggja helst og flóta onkustaðni kring oyggjarnar. So kunnu onnur enn vit eisini fáa gleði av teimum, sigur hann og blunkar við eina eyganum.


Ein leys flisa í Hoydølum

Egnararnir undra seg almikið yvir tey evnini, sum hava verið tikin fram í valstríðnum.

- Ja, tað er ein stórur spurningur um ein kann tosa um EITT valstríð, sigur hann eini. – Fyri mær er tað sum um hvør dregur til sín og at vit ístaðin hava 171 valstríð. Hetta er sum í gomlum døgum umborð á slupp, tá alt varð gjørt í sjálvdrátti.

- Eingin tosar um útróðurin. Tað er sum um umhvørvið, skúlarnir og Hoydalar fáa alla umrøðuna. Eg meini so við, - hvat rakar tað okkum her í skúrinum, um ein einstøk flisa er blivin leys í einum flokki í Hoydølum, ella at soppur er onkra aðrastaðni? Hevur hetta nakað við landspolitikk at gera? Líka voyt eg. Eg spyrji bara, sigur ein maður sum ikki vil avmyndast.

Ein annar svarar afturímóti, at teir lova bæði eitt og annað, men at eingin teirra sigur við einum einasta orði, hvør skal gjalda fyri øll hesi vallyftini.

- Tað eru nógvar milliardir lovaðar burtur hesar dagarnar. Hvør skal gjalda fyri tað? Jú, tað eru vit! Men samstundis siga summi, at fiskivinnan og útróðurin hava ongan týdning.

- Skal blokkurin so eisini minkast burtur, skattalætti gevast, undirsjóvartunlar gerast og skúlar byggjast, hvat skal so peningurin koma frá? Frá okkum sjálvandi! Hetta hongur simpelthen ikki saman.






Onnur sitat úr egningarskúrunum


- Tað er sera illa manererað, at vit skulu missa Toll & Skatt. Hetta er eitt av teimum stóru almennu arbeiðsplássunum her norðuri, og avreiða vit tað bara víðari til Eysturoynna. Eg giti bara, at tað fer at enda í Runavík. Har endar so nógv.


- Tað verður keðiligt hjá okkum um vit missa javnaðarumboðið. Tað sær ikki so gott út í kanningunum. Flokkurin var so stórur fyrr, men hevur líkasum ikki dugað at selt sín boðskap hesi seinastu fýra árini.


- Eg veit ikki um nakar hevur áhuga fyri tí, sum politikkararnir tosa um. Tað er eingin sum tosar um fisk. Tað er ivaleyst tosað. Nú má handlast.


- Úr hesum skúrunum er nógvur peningur goldin inn til ALS. Men vit fáa so einki út aftur haðani. Tað er forbi’ið løgið, at ein ikki fær eina vøru, sum ein hevur betalt fyri.


- Eyðun sálarfrøðingurin – klaksvíkingur sjálvandi! – var á Rás 2 og tosaði um tað psykologiska í valstríðnum. Eg vænti, at nógvir politikkarar fáa brúk fyri sálarfrøðingi aftaná valið, um teir ikki verða afturvaldir.


- Bjarni Djurholm, - ja eg havi ofta hugsað tann tankan, at hann arbeiðir í útvarpinum. Hann er altíð at hoyra har.


- Fær ein ikki atkvøðurnar frá teimum í fiskivinnuni, so verður galið.


- Tað verður sagt, at fiskur selur ikki list, men at list selur mentan. Og mentanin, - tað eru vit!