Oljuvinna og sosial árin
Seinni partur
Tað bjartskygni, sum er í føroyska samfelagnum í dag ? eisini til aðrar vinnugreinar ? er nógv ávirkað av vónunum til eina oljuvinnu. Tað er tí ikki oljuvinnan sum so, men forvæntningarnar ? vónirnar - til hana, sum skapa ein part av tí bjartskygni, sum er og sum eisini gevur føroyingum, sum búgva í útlandinum, møguleika at koma heim. Hetta heldur Randi Frederiksberg, sum herfyri vardi serritgerð við lærda háskúlan í Keypmannahavn um sosialu árinini frá eini oljuvinnu.
Randi Frederiksberg, sum fekk toppkarakter, tvey 13-tøl, fyri uppgávuna, vil vera við, at føroyska samfelagið hevur ein stóran trupulleika, verður olja funnin nú.
?Vit halda okkum hava gjørt eitt sera gott fyrireikingararbeiði á nógvum økjum, politikararnir eru eisini ernir av hesum, men teir hava ongantíð politiskt úttalað seg um, hvussu teir kundu hugsað sær, at oljuvinnan skal forma seg sosialt. Vil man hava, at øll skulu hava fyrimunir av hesi vinnu? Vil man forða fyri teimum ringastu avleiðingunum fyri tey, sum eru ringast stødd tvs. vil man tryggja, at tey, sum hava tann størsta vinningin eisini hava tær størstu meirútreiðslurnar? Við øðrum orðum: vilja vit brúka part av inntøkuni, sum tað almenna fær, til at tryggja tey, sum eru ringast fyri?
Randi, sum í serritgerð síni hevur brúkt New Foundland sum sammetingargrundarlag, heldur, at tað týdningarmesta hjá føroyingum at taka støðu til, er um vit ynskja ?The survival of the fittest? ella um vit vilja hava eitt samfelag, har pláss skal vera fyri øllum. -Vilja vit hava eitt samfelag, har pláss skal verða fyri øllum, so mugu vit so skjótt sum gjørligt hava formulerað politiskt, hvussu hetta kann gerast í praksis og eisini, hvussu hetta skal fíggjast. Tá ið tosað verður um bústaðarmarknaðin er næsta stigið, at ein málrættaður bústaðarpolitikkur verður útarbeiddur, ið samsvarar við tey ynski vit hava til, hvussu vælferðarbýtið skal vera í Føroyum í framtíðini.
Randi sigur víðari, at tað er longu, tá ið samfelagið byrjar at tilrættisleggja ein útvikling, at man skal fara undir at savna data og hagtøl fyri tey ymsu økini í samfelagnum. So fær tú lýst tær broytingar, sum koma - frá tí at oljuvinnan fer í gongd, og so hvørt hon mennir seg.
Brúk fyri sosialum árinsmetingum
-Vit kortleggja jú havbotnin, áðrenn byrjað verður at bora fyri at hava nakað sammetingargrundarlag aftaná, og júst tað sama áttu vit at gjørt á tí samfelagsliga økinum. Kemur tú ov seint í gongd fær tú ongantíð eina mynd av støðuni, sum var, áðrenn oljuvinnan tók dyk á seg.
Tí heldur Randi, at vit hava brúk fyri sosialum árinsmetingum, tvs. at vit fara undir at máta, hvat tað er, sum hendir og síðani kortleggja, hvaðani broytingarnar stava - fyri at politikarar og onnur skulu hava møguleika at handla í mun til hesar broytingar.
-Vit mugu gera okkum greitt, hvønn sosialan útvikling vit ynskja. Skal tað bara vera so, at tey sterkastu vinna, tí soleiðis hevur tað altíð verið! Gongur tú inn fyri tí, so skal tú einki gera. Tá skal tú lata standa til. Men ynskir tú eina aðra gongd í samfelagnum, so mást tú eisini sum tað fyrsta seta av bæði pengar og orku til at kanna hesi viðurskiftini.
Tørvur á hagtølum
Randi vísir á, at vit hava møguleika at stýra og lóggeva fyri næstan øllum. Tann besti framferðarhátturin man tó vera at velja eina kombinatión. Soleiðis stýra vit ikki øllum, og fólk hava framvegis møguleika at folda seg út. Tó loyvir hesin framferðarháttur okkum samstundis at staðfesta, hvar teir størstu fløskuhálsarnir liggja, ið eru við til at skapa ein útvikling, sum ikki samsvarar við tað vit hava sett okkum fyri politiskt/sosialt. Veist tú hvar fløskuhálsarnir liggja goymdir kanst tú jú altíð fara inn og regulera teir og harvið sleppa undan tí stressi, sum teir hava við sær.
Men tað krevur fyrst og fremst, at tú hevur tøl, ið lýsa útviklingin. Nógv data fyri ógvuliga avgerðandi parametrar mangla. Nógv tøl finnast tó, men eru ikki samlað. Tey kundu skipast nógv betri.
Hvør skal so taka sær av hesum?
Randi heldur, at tað møguliga kundi verið ein kombinatión av td. Landsbókasavninum/Fróðskaparsetrinum, Hagstovuni og evt. Kommunufelagnum.
-Nógvir stovnar liggja inni við data, ið relatera til teirra arbeiðsøki, men hesi vera ikki uppgjørd sum statistikkur. Ein tann størsta orsøkin til hetta man vera, at føroyingar eru so bangnir fyri P-talinum og skráseting og áðrenn hetta broytist verður ringt at gera brúk av tølunum. Vit hava ein hóp av data, sum bara skulu samskipast. Har data, ið skulu til fyri at kunnu lýsa samfelagið, mangla, muga vit í gongd við at savna inn skjótast gjørligt. Júst sum gjørt hevur verið í umhvørvisarbeiðinum. Har er verandi støða kortløgd. Ein byrjan kundi verið ein nýggj fólka- og íbúðarteljing eins og hon, ið varð gjørd í 1977. Tá hevði tú kunnað gjørt ein databasa við øllum neyðugum upplýsingum. Hetta hava flest øll framkomin lond, inklusiv øll norðurlond og Grønland. Høvdu vit ein slíkan databasa við øllum upplýsingum um støðuna í dag, so hevði verið munandi lættari at fylgt núverðandi broytingum og harvið vart seg móti negativu árinunum.
Randi sigur víðari, at tá politikarar vilja, at so nógv arbeiði skal liggja eftir oljuvinnuna í Føroyum sum møguligt, so mugu vit eisini taka ábyrgd av teimum avleiðingum, ið standast av hesum vali. Ein partur av hesi ábyrgd er at fáa tilvirkað hesar sosialu árinsmetingarnar. Sosial árin kann vera so nógv umframt húsa/bústaðarmarknaðin. Nevnast kann td. trýstið á skúla- og heilsuverk, infrastruktur osfr. Árinini eru heldur ikki avmarkað til Havnina, men eisini onnur øki merkja longu árin og fara eisini í framtíðini at vera ávirkað av eini møguligari oljuvinnu. Lesandi kundu fingist til at gera tílíkar árinsmetingar viðvíkjandi hesum viðurskiftum. Harafturat noyðist man allarhelst at nýta ráðgevar.
Húsamarknaðurin er so bara ein partur, men hann rakar øll. -Vit hava eitt krav í samfelagnum, sum sigur, at øll skulu hava tak yvir høvdið. Húsamarknaðurin er heilt bundin av arbeiðsmarknaðinum. Kann arbeiðsmarknaðurin metta tann komandi eftirspurningin frá oljuvinnuni, so kann ikki væntast, at vinnan fer at hava stórt árin á húsamarknaðin. Men so skjótt broytingar henda á arbeiðsmarknaðinum, so fær tað árin.
Oljufólkini eru føroyingar í útlandinum
Randi vísir á, at tá vit hava sagt, at vit vilja hava so nógvar føroyingar við í oljuvinnuna sum gjørligt, og oljufeløgini hava gingið hesum kravi á møti, so má avleiðingin av tí blíva, at arbeiðsfólk mugu koma uttanífrá. -Vit hava eitt arbeiðsloysi uppá eini 3-5%, og ikki er mangul uppá arbeiði. Tí má roknast við, at tað, sum oljuvinnan fer at hava brúk fyri, eru ikki tey 3-5%, sum í dag einki arbeiði hava, men allarhelst fólk við serligum útbúgvingum ella royndum, sum tí mugu koma úr útlandinum. Og hetta vilja í stóran mun verða føroyingar, sum hava nomið sær útbúgving og vilja sleppa heim aftur á klettarnar.
Vit hava eingi tøl fyri arbeiðsmarknaðin. Tvs. at vit vita ikki, hvørja útbúgving fólk hava, hvar tey arbeiða, hvussu nógv ferðast av bygd til Havnar til arbeiðis osfr. Kravið um at oljufeløgini skulu nýta mest møguliga føroyska arbeiðsmegi kann tí eisini gera tað ringt at gjøgnumskoða, hvar tey flestu árinini fara at vísa seg á arbeiðsmarknaðinum.
Fer oljuvinnan at eftirlýsa td. 100 verkfrøðingum, ja so vita vit ikki, hvar hesir verkfrøðingar í dag arbeiða. Um hetta fer at hava við sær, at td. Landsverkfrøðingurin, ymisk byggivirkir, kommunurnar oo. fara at missa arbeiðsmegi, ja so fáa hesi virki eitt trot á arbeiðsmegi og kunna tí ikki loysa sínar arbeiðsuppgávur. Tað kann so føra við sær, at ikki ber til at halda vegakervið tíðarsvarandi, byggibúningsprocessin hjá kommununum verður enn seinni osfr. Tú kanst tí sum samfelag hvørki hjálpa tí almenna ella tí privata at tilrættaleggja fram ímóti tí árini, sum oljuvinnan fer at hava. Hetta er heldur ikki ein ynskilig leið hjá oljufeløgunum, tí tað vera tey, ið fáa ábyrgdina av hesi støðu, sjálvt um tey ikki hava gjørt annað enn fylgt føroysku lóggávuni!
Randi vísir á, at privata vinnan eisini má kenna tað sum at verða slept uppá fjall. Útviklingurin er enn komin so stutt, at tað ikki er møguligt at vita, hvat oljuvinnan fer at krevja av arbeiðsmegi oø., um hon verður aktiv í Føroyum. -Vit noyðast at taka oljuvinnuna við í hetta arbeiði við at biðja hana um at seta upp ymiskar møguleikar. Tvs. um nógv olja verður funnin, eitt ella fleiri felt, hvussu nógvar íbúðir, hvussu nógv fólk og við hvørjum útbúgvingum osfr. verður so brúk fyri!
Randi Frederiksberg vísir á, at tey ungu, sum fara av landinum at lesa, eru eitt tað størsta aktivið vit eiga. At fáa eina vinnu sum oljuvinnuna til landið, ið kann geva hesum bólkinum arbeiðsmøguleikar og tískil fáa tey heimaftur, vil tí vera av ómetaliga stórum týdningi fyri samfelagið. ?Tí haldi eg ikki vit skulu lata arbeiði liggja aðrastaðni. Vit hava eitt so sárbart samfelag, tí vit bara hava fiskivinnuna at líta á, og 90?ini lærdu okkum, at tað kann verða vandamikið. Tí er gott at fáa fleiri bein at standa á.
Eiga at seta størri krøv
Randi Frederiksberg heldur, at vit seta ov lág krøv til oljuvinnuna. ?Eg eri ikki í iva um, at oljuvinnan vil hava greiðar linjur at ganga eftir. Hon ber ótta fyri at traðka við síðuna av, hon kennir avleiðingarnar aðrastaðni frá. Hon vil ikki hava ringt orð á seg, tí tá hon fer úr Føroyum skal hon allar helst inn í eitt annað samfelag. Men tað er eisini sera ringt ikki at traðka við síðuna av, tá rætningslinjurnar vit geva ikki eru greiðar.
Politikararnir hinumegin hava kanska ringt við at seta rætningslinjur, tí man er so bangin fyri at biðja oljuvinnuna um nakað sum helst. Taka vit oljuútgerðarhavnina í Rúnavík, so ivist eg ikki í, at oljufeløgini høvdu lagt hana í Suðuroy, um tey fingu boð um tað.
Randi heldur tað annars vera sera løgið, at vit gera eitt økismenningarálit og útoyggjaálit, har man politiskt sigur seg vilja menna hesi økini ? um somu tíð sum man sigur, at man gjarna vil stýra vinnuni ? og so kortini letur tað vera upp til vinnuna at avgera, hvar útgerðarhavnin skal vera. Her er ikki samsvar ímillum politiska ætlan og handling! Hevði oljuvinnan mett tað vera fullkomiliga ómøguligt at lagt støðina í Suðuroy, so hevði hon eisini sagt frá, men sjálvandi velur vinnan tað økið, ið er mest gagnligt fyri hana, tá ið vit lata tað upp til vinnuna sjálva at avgera! So tað vit síggja er, at oljufeløgini hava livað upp til tey føroysku krøvini og ynskini.
-Vit siga oftani, at vit mugu ansa eftir oljuvinnuni, tí vit eru bangin fyri, hvat henda vinna kann koma at føra við sær. Men í veruleikanum er tað okkum sjálvum vit skulu bera ótta fyri, tí vit ikki duga at seta tey røttu krøvini. Vit eru verri fyri enn Hetland og New Foundland á summum økjum, sjálvt um vit hava nógv størri sjálvsavgerðarrætt. Í Hetlandi og New Foundlandi hava valmøguleikarnir ikki verið so nógvir, meðan her hjá okkum kunnu vit gera, sum vit vilja. Tað tykist so at vera ein stórur trupulleiki. Tað liggur nógv ábyrgd í at skula taka tær røttu avgerðirnar. Fyri at kunna taka ábyrgd fyri at velja ta bestu loysnina noyðist tú at hava vitan um útviklingsmøguleikar og -samanhangir. Her eru politikararnir heilt á berum, tí so gott sum onki arbeiði er gjørt fyri at at kanna, hvørji árinini frá oljuvinnuni kunnu væntast at vera.
Man gevur eitt skeivt signal frá politiskari síðu, tá man letur tað upp til oljuvinnuna at gera av, hvar eitt nú ein oljubasi skal liggja. Hóast oljuvinnan ikki vil ganga ímóti føroyskum áhugamálum, so er tað eisini ein privat vinna, sum arbeiðir fyri síni egnu sak. Tí er tað eitt sindur ábyrgdarleyst at lata upp til oljuvinnuna at gera av, hvussu og hvar útviklingurin skal vera. Og tað er júst tað tú ger, tá tú letur oljufeløgini gera av, hvar eitt nú útgerðarhavnin skal liggja. Tað belastar eisini forholdið millum oljuvinnu og landið, at tú ikki hevur greiðar linjur at ganga eftir.
Randi heldur ikki, at tað hevði verið nakar trupulleiki hjá oljufeløgunum, fingu tey boð um at leggja útgerðarhavnina í Suðuroy, at gjørt íløgur í dýpan av eini havn og gerð av kei. -Vit eru alt ov bangin at seta krøv til oljuvinnuna. Men tann óttin byggir so aftur á manglandi upplýsingar og vitan.
Randi er komin til ta niðurstøðu, at óvissan er tann mest framstandandi faktorurin í oljuvinnuni. Fyri at koma hesi óvissu til lívs mugu vit gera sokallað ?baseline studies? tvs. grundleggjandi kanningar av, hvussu støðan er í dag. Árinini frá oljuvinnuni eru sera nógv tengd at tí óvissu, sum er rundan um hesa vinnu. Og ein stórur partur av tí, sum tí hendir, er oftani eitt úrslit av óvissuni.
Randi Frederiksberg heldur tað annars verða løgið, at man hoyrir so lítið frá Fróðskaparsetrinum í hesum viðfangi. Hetta er ein hægri lærustovnur og tey áttu at havt førleikan til at mett um møgulig árin, og tú hoyrir kortini einki hagani. Tað skuldu verið tey, sum tóku stig til orðaskifti og greiddu frá, hvat tørvur er á at fáa lýst í samband við eina tílíka nýggja vinnu. Men kanska er trupulleikin tann, at tey eru illa mannað leggur hon aftrat.
Hvat vilja vit!
-Vit mugu gera okkum greitt, hvat vit vilja. Vilja vit hava, at alt virksemið skal vera her ella vilja vit hava tað burtur úr, sum kann gagna samfelagnum í framtíðini, tvs. har tú kanst fáa tilført samfelagnum ekspertisu og vitan. Har hevur tú longu skorið nógv frá. Randi heldur, at oljulóggávan ber nógv bráð av, at samfelagið var í kreppu og hevði stórt arbeiðsloysi, tá ið hon var virkað til. Tíðin í dag er heilt øðrvísi.
-Nú er nógv broytt, og arbeiðsloysi er lítið. Skal lóggávan so ikki tillagast hesum broytingum spyr hon og heldur fram: -Eru vit kanska ikki í eini støðu, har vit skulu umhugsa at geva nøkur serloyvi. Lóggávan er innrættað til tað, men fylgir tú ikki við í broytingunum og ger politisku skipanini hetta greitt, hvør skal so taka avgerðirnar og hvat skulu tær baserast uppá?
-Vit hava eina sera vælútbúna arbeiðsmegi, og eg haldi, at føroyingar eiga tann góða eginleikan at duga at umstilla seg og læra av royndum, samstundis sum vit eru fjølbroytt. Fær tú skipað útviklingin á besta hátt og optimerað styrkirnar vit eiga í samfelagnum, so ivist eg ikki í, at vit klára hetta.
Hvørjar aðrar niðurstøður hevur Randi so gjørt! Hon heldur vit eiga at byggja alternativar íbúðir til leigu, so man tekur broddin av spekulatiónini, sum skapar teir sera høgu húsaprísirnar.
-Sjálv havi eg lisið alt mítt lív, og
tað fyrsta man droymir um er ikki at finna sær eini hús fyri 2 mill. kr. og so verða bundin at tí restina av lívinum. Um aðrir bústaðarmøguleikar vóru og man evt. kundi fingið eina minni og bíligari andeilsíbúð, har man ikki gjørdist so fíggjarliga bundin, so er einki at ivast í, hvat eg valdi.
Fløskuhálsar
Randi vísir á, at verður olja funnin longu í ár, og føroyska samfelagið ikki nøktar tann tørv, sum er á eitt nú bústøðum, so má hesin fløskuhálsur takast við inn í planleggingina fyri tann víðari útviklingin. Tá mást tú til at seta serstakar treytir fyri, nær og evt. hvar oljufeløgini kunnu fara í gongd. -Oljufeløgini hava gjørt hetta so oftani fyrr, at tey vita, hvat tey sjálvi fáa brúk fyri og syrgja sum oftast eisini fyri sínum egna arbeiðsfólki. Føroyska samfelagið skal undir øllum umstøðum sjálvt syrgja fyri at útbyggja og útviklast víðari, á bústaðarøkinum og øllum hinum samfelagsøkjunum ? bæði við ella uttan eina oljuvinnu!
Hon vísir á, at í New Foundlandi vóru tað oljufeløgini, sum gjørdu hesar kanningar. Byrjað varð at bora í 60-unum og olja varð funnin í 1979. Tá Mobil Oil vildi útvinna feltið gjørdu teir eina konsekvensmetan. -Tú kanst væl áleggja oljufeløgunum hetta, men vil tú hava ávirkan á, hvussu hetta verður gjørt, mást tú eisini hava tað almenna við.
Finnur BP ella okkurt av hinum samtøkunum eitt stórt felt so eiga vit kanska at seta teimum krav um saman við føroyska samfelagnum at skipa fyri eini árinskanning. Oljufeløgini hava gagn av, at tað eru greiðar linjur. Eg ivist ikki í tey vilja bæði stuðla og vera við at gera hetta arbeiði. Men fortreytin er tó tann, at vit fáa datagrundarlagið uppá pláss fyrst.
Vit mugu gera okkum greitt, hvat vit vilja. Er oljuvinnan fyri øll, ella er hon tað ikki? Er hon fyri øll, hvussu skapa vit so karmarnar, og har er tað fyrst og fremst økonomi tað snýr seg um.
Hetta er ein ?once a lifetime? tjansur. Vit hava fiskivinnuna. Vit eru ov fá til eitt ?Silliconvalley?. Við oljuvinnuni hava vit møguleika at fjøltátta vinnumøguleikarnar og fáa eitt bein í hesa nýggju vinnu.