Eingin kekkur úr Gøtu

Jákup Jacobsen sigur, at Varðin í Gøtu fer at taka málið um møguliga luttøku í einum havrannsóknarskipi upp, um so er, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær undirtøku fyri eini privatari loysn í landsstýrinum og samgonguni

- Eg hevði viljað, at málið um nýtt havrannsóknarskip var eitt sindur meiri ítøkiligt, áðrenn vit í Varðanum úttala okkum um, hvørt vit vildu verið við ella ikki. Vórðu vit spurdir, høvdu vit eisini havt okkara metingar um slíka luttøku.
Tað sigur Jákup Jacobsen, reiðari hjá Varðanum í Gøtu, sum eigur uppsjóvarskipini, Trónd í Gøtu, Finn Fríða, Jupiter og Saksaberg.
Reiðarin vísir á, at um Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ikki fær undirtøku í landsstýrinum fyri, at privatir byggja havrannsóknarskipið, sum síðan verður leigað út til havfrøðiligar kanningar, er einki at tosa um - og ei heldur nakað at hava eina meining um.

Kann ikki alt
Jákup Jacobsen er tó onga løtu í iva um, at Magnus Heinson als ikki er egnaður til royndarveiði eftir eitt nú uppsjóvarfiski. Hetta er eisini orsøkin til, at Havstovan seinnu árini hevur leigað eitt nú Finn Fríða og Christian í Grótinum til royndarveiði.
- Skip eru eisini leigað í samband við felags kanningar av makrelstovninum og aðrar kanningarverkætlanir, sigur Jákup.
Reiðarin í Gøtu vísir á, at føroysku uppsjóvarskipini eru so nógv betri útgjørd við eitt nú leititólum og hava nógv størri tóvmegi enn Magnus Heinason.
- Skuldi gamla havrannsóknarskipið gjørt tær royndir, sum uppsjóvarskip hava gjørt fyri Havstovuna, høvdu úrslitini eisini verið hareftir.

Keypa tænastur
Jákup sigur, at hann í stuttu tíðini hjá Tórbirna Jacobsen sum landsstýrismanni í fiskivinnumálum skifti orð við mannin um tær havfrøðiligu royndir, sum Havstovan ikki røkkur við einum minni havrannsóknarskipi.
- Tað vil altíð vera soleiðis, at eitt havrannsóknarskip ikki megnar allar uppgávur, serliga tær uppgávur, sum krevja stóra tóvorku og bestu leititól. Tí hevur Havstovan eisini keypt sær hesar tænastur hjá uppsjóvarvinnuni, sum náttúrligt er.
Jákup Jacobsen sigur, at Varðin í Gøtu fer at taka málið um møguliga luttøku í einum havrannsóknarskipi upp, um so er, at landsstýrismaðurin fær undirtøku fyri eini privatari loysn í landsstýrinum og samgonguni.
- Áðrenn málið er komið har til, hava vit sum so einki at røða um, leggur hann aftrat.