Amerikansk herflogfør hava diplomatiskt loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi, og formelt liggur avgerðin at nokta ella loyva herflogførum atgongd ikki hjá føroyska uttanríkismálaráðnum. Landsstýrið hevur tó ynskt at fáa kunning um møguligar yvirflúgvingar. Føroyskir myndugleikar og Arktisk Kommando høvdu tó heldur ikki fingið boð.
Sambært svarinum hevur danska verjumálaráðið samskift við amerikonsku sendistovuna í Danmark, sum upplýsir, at mannagongdir framyvir verða herdar hesum viðvíkjandi, skrivar Javnaðarflokkurin á fólkatingi í tíðindaskrivi í morgun.
Sí svarið her: https://www.ft.dk/samling/20222/almdel/f%C3%A6u/spm/7/svar/1977247/2747875.pdf