Ein stórur partur av borgarum í Suðuroynni sleppur ikki til lækna í næstu viku. Sandvíkingar, hvalbingar og tvørafólk hava øll lækna hjá Læknamiðstøðini á Tvøroyri, men í næstu viku steingir Læknamiðstøðin. Orsøkin er umvælingar, sum fara at taka eina viku at gera.
Men norðara helvtin at Suðuroynni verður tó ikki slept heilt upp á fjall, tí møguleiki verður at fara til kommunulæknan í Vági, um tørvur er á bráðfeingis læknahjálp. Eisini verða reseptir avgreiddar sum vanligt á Læknamiðstøðini á Tvøroyri millum klokkan 8-11 ella umvegis heimasíðuna, upplýsa tey.
Hetta er aðru ferð innan fyri eitt ár, at Læknamiðstøðin á Tvøroyri steingir í fleiri dagar. Beint áðrenn ársskiftið í fjør varð boðað frá, at kommunulækni var á Tvøroyri millum 20/12-18 og 06/01-19.