Eingin niðurstøða enn

Sokallaða Mayowa Alli-málið hevur hug at draga út.

Í klassikaranum ímillum HB og KÍ um vikuskiftið var ein umstrídd støða, har Ari Mohr Olsen hjá HB og Mayowa Alli hjá KÍ vóru í hornatøkum, sum endaði við, at HB-arin fór umkoll.


Í gjár váttaði Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini í FSF, at teir fóru at taka málið upp við støði í sjónbandaupptøkunum, sum eru at finna á Youtube.


Ætlanin var, at komast skuldi til eina niðurstøðu í seinasta lagi í kvøld, men Róin Schrøter sigur við in.fo júst nú, at kappingarnevndin ikki er komin fram til nakra niðurstøðu enn.


Hann sigur, at komið verður fram til eina niðurstøðu í morgin.


Støðan við Ara Mohr Olsen og Mayowa Alli sæst HER.