Eingin niðurstøða frá sambandsfundi

Enn er eingin niðurstøða komin um framtíðina hjá Johan Dahl sum landsstýrismanni.

Enn er eingin niðurstøða komin um framtíðina hjá Johan Dahl sum landsstýrismanni.

 

Fundurin hjá Sambandsflokkinum er júst liðugur, og har var eingin niðurstøða. Sagt verður, at løgmaður kemur við einum tíðindaskrivi í kvøld.

 

Gott lag tyktiskt vera á fólki, og Johan Dahl var sjálvur við á fundinum.

 

Løgmaður segði, at Johan Dahl hevur gjørt onkran fótfeil, uttan at hann vildi siga, at hesir feilir eru so álvarsligir, at teir eiga at fáa ta avleiðing, at hann skal frá sum landsstýrismaður.