Eingin orsøk at bíða

Nýggi H-bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum hevur týðandi fyrimunir fyri samfelagið, metir sjúkrahússtjórin.

Føroyska byggivinnan hevur ov mikið at gera í hesum døgum, tá skjøtul verður settur á eina stóra verkætlan og aðra fyri. Røddir eru eisini javnan frammi, ið mæla til at tað almenna bíðar við verkætlanum, so at búskapurin ikki verður ov heitur. 


Tað var eisini grundgevingin, tá Aksel V. Johannesen, løgmaður, á tíðindafundi fyrr í heyst, har landsstýrið boðaði frá broytingunum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2016, legði upp til at bíða við byggingini av nýggja H-bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum inntil Marknagilsdepilin varð liðugur. 


Nýggi sjúkrahússtjórin, Johnny í Grótinum, var í síðstu viku á fundi við løgmann og landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Sirið Stenberg, um byggingina av nýggja H-
bygningin. 


- Næsta stigið í verkætlanini byrjar eftir ætlan á heysti í 2016, meðan Marknagilsdepilin er liðugur á vári 2017. Sum eg skilti tað, so er tankin ikki at bíða til tá, sigur sjúkrahússtjórin, og leggur aftrat. 


- Tað eru fleiri góðar grundgevingar, bæði heilsufakliga og búskaparliga, fyri, at neyðugt er at byggja nýggja H-bygningin skjótast gjørligt. 


Sjúkrahússtjórin grundar sína hugsan á tríggjar heilsufakligar og tvær búskaparligar orsøkir. 


- Heilsufakliga, so er talan um eitt stórt frambrot, at nýggi bygningurin hevur einmanskømur á bæði medisinsku og psykiatrisku deildunum. 


- Ein av trupulleikunum í dag er eitt ov stórt gistingartal. Tað er so mikið tætt pakkað við sjúklingum, at tað er trupult at steðga teimum mótstøðuføru bakteriunum. Tað er tískil altíð ein fjald hóttan, tí vit fáa ikki bilbugt við teimum. Við nýggju deildunum, har ein persónur er í hvørjum rúmi, fáa vit munandi betri møguleikar at basa teimum. 


Nýggi H-bygninginum skal millum annað rúma nýggjari psykiatriskari deild, ið avloysir bygningarnar í Eirargarði. 


- Um man ferð ein túr inn í bygningarnar í Eirargarði, so er talan ikki júst um eitt stimbrandi umhvørvi fyri sál og sinni. Við nýggja bygninginum fáa sjúklingar eitt flott útsýni yvir Nólsoyarfjørð, og tá tey fara út um dyrnar, síggja tey beint oman á Sandagerð. Talan verður um eitt heilt annað umhvørvi til tey, ið stríðast við sálarsjúku. 


- Harumframt verður ein inngongd og móttøka gjørd, ið venda burtur frá alfaravegi. Tað ger tað munandi lættari framyvir at sleppa anonymt inn til viðgerðar. 


Síðsta heilsufakliga grundgevingin fyri, at tað er skilagott at byggja nýggjan bygning, er at effektiviteturin veksur munandi við nýggja H-bygninginum, tá køkur, fyrisiting og annað verður flutt nærri deildirnar. 


- Tað verður munandi effektivari, tá vit samla meginpartin av okkara virksemi í eitt minni øki. Vit fara at brúka minni tíð at flyta sjúklingar, reina og skitnar sengur og mat runt til tær ymisku deildirnar. 


- Millum annað verður ein seingjarsentralur í niðastu hædd, ið hevur egnar lyftir at flyta skitnar og reinar sengur millum deildirnar. Sostatt verður tað effektivari, reinari og betri, og ger tað, at vit fáa brúkt meira orku til røkt.


Harumframt vísir sjúkrahússtjórin á tvær búskaparligar grundgevingar fyri at gera íløgur í Landssjúkrahúsið.


- Á fundinum vísti eg á eitt sjónarmið hjá Michael Porter, búskaparfrøðingur. Hann hevur áður víst á, at týdningurin av einum góðum heilsuverki mangan er undirmettur, tí eitt gott heilsuverk hevur týðandi fyrimunir fyri samfelagið. Tað førir nevniliga við sær færri sjúkradagar og eina effektivari arbeiðskraft.


- Hin búskaparliga grundgevingin er, at tá farið verður undir H-bygningin, tá eru fyrstu stigini í Marknagilsdeplinum longu liðug. Tískil koma verkætlanirnar ikki at liggja í beinleiðis kapping við hvørji aðrari, sigur sjúkrahússtjórin at enda.