Eingin prologur í Statoil-kappingini

Klaksvík sleppur ikki upp í part, tá Statoil Kring Føroyar fer av bakkastokki 17. juli í ár

Súkkling

 

Fyrireikararnir handan Statoil Kring Føroyar-kappingina hava boðað frá, at kappingin í ár byrjar tann 17. juli

Í innbjóðingini til kappingina verður sagta, at í mun til undanfarin ár verður eingin prologor súkklaður. Hesin hevur annars verið fastur partur av kappingini, og er hetta gjørt við einkultstarti í Klaksvík.

Í ár verður kappingin soleiðis skipað við landavegskoyring í Eysturoynni (100 km), tíðarkoyrin á Sandoynni (27 km), landavegskoyrin í Suðuroy (100 km) og at enda við tíðar- og býarkoyring í Havn.