Eingin rentulækking á hesum sinni

Danski fíggjarmálaráðharrin, Thor Petersen og Bárður Nielsen nýttu ikki nógva tíð til at umrøða útsagnirnar á stevnuni um blokkin hjá Norðuratlantsbólkinum. -Danska stjórnin er fullgreið yvir, at útsagnirnar á ráðstevnuni ikki umboða sjónarmiðini hjá landsstýrinum, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum

Tað eydnaðist ikki landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Bárði Nielsen, at lækka rentuna á føroyska láninum til danska statin. Á fundi við danska fíggjarmálaráðharran, Thor Petersen, mikudagin, hevði Bárður Nielsen sett nøsina eftir at lækka rentuna úr 5 % niður í 4,5 %, men Thor Petersen var ikki til at vika.
Thor Petersen grundgevir við, at rentan kring heimin er á veg upp, og tí setur hann seg ikki føran fyri í løtuni at lækka rentuna á føroyska láninum. Danski fíggjarmálaráðharrin segði seg kortini vera sinnaðan at viðgera rentuna seinni.
-Tað er harmiligt, at danski ráðharrin ikki vil lækka rentuna, men eg skilji væl hansara sjónarmið, sigur Bárður Nielsen
Lánið hjá føroyingum til danska statin er í dag 1,650 mia. krónur. Við Útvarp Føroya mikukvøldið segði Bárður Nielsen, at ein rentulækking á 0,5 % hevði svarað til eina árliga sparing á góðar 8 mio. krónur hjá landskassanum

Ráðstevnan ávirkaði ikki
Nógv umrødda stevnan um blokkin hjá Norðuratlantsbólkinum á Christiansborg varð eisini havd á lofti á fundinum millum Bárð Nielsen og Thor Petersen.
Spurdur, um umrøðan í donskum fjølmiðlum hevði ávirkað danska fíggjarmálaráðharran, svarar Bárður Nielsen, at danska stjórnin er fullgreið yvir, at útsagnirnar á ráðstevnuni ikki umboða sjónarmiðini hjá landsstýrinum.
-Vit tosaðu leystliga um fiskimannafrádráttin og føroyska skattatrýstið, sum eisini kom fram undir ráðstevnuni. Vit nýttu kortini ikki nógva tíð til at viðgera útsagnirnar á ráðstevnuni, vísir Bárður Nielsen á.