Tað eydnaðist ikki trygdarráðnum hjá ST at semjast um eina niðurstøðu um Sýrialand. Ráðið viðgjørdi í gjárkvøldið eitt uppskot frá Arabisku Samgonguni, sum mælir sýriska forsetanum, Bashar al-Assad, til at leggja frá sær, og at myndugleikarnir steðga sínum atgerðum ímóti mótmælisfólki.
Kina og Russland vildu ikki taka undir við uppskotinum hjá Arabisku Samgonguni.
-Jú, vit eru harðliga ímóti tí harðskapi, sum stýrið brúkar ímóti almenninginum, men vit fordøma eisini atgerðirnar hjá vápnaðum felagsskapum ímóti stýrinum, segði russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, á fundinum í trygdarráðnum.