Rigmor Dam
Um samgongan hevði gingið við til at víðkað arbeiðssetningin hjá grundlógarnevndini, hevði Javnaðarflokkurin tikið undir við uppskotinum um setan av grundlógarnevnd. Flokkurin ynskir at nevndin, umframt at smíða eina grundlóg, eisini skal kanna, hvørjir møguleikar eru fyri sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin. Hetta sigur flokkurin í álitinum frá rættarnevndini, til uppskot landsstýrisins um setan av grundlógarnevnd. Endamálið skuldi so verið, at nevndararbeiði fór fram á tveimum stigum, soleiðis, at um fullveldisætlanin fellur við eini fólkaatkvøða, er samveldisuppskotið frá Javnaðarflokkinum ein alternativ loysn. Ein heilgardering kunnu vit siga.
Men ein meirluti í rættarnevndini, Sámal Petur í Grund, Eyðun Viderø, Rúna Sivertsen, Hergeir Nielsen og Hans Tausen Olsen, ynskir ikki at broyta uppskotið frá landsstýrinum. Sostatt eru tvey minnilutaálit frá ávíkavist, Hans Paula Strøm úr Javnaðarflokkinum og Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum.
Minnilutin, Hans Pauli Strøm, sigur í álitinum, at longu tá uppskotið var til umrøðu á fyrsta fundi í rættarnevndini, boðaði Javnaðarflokkurin frá, at hann var sinnaður at royna at fáa eina semju við samgongumeirilutan, um so var, at hesin vildi ganga Javnaðarflokkinum á møti m.a. við at víðka arbeiðssetningin hjá grundlógarnevndini.
Í hesum var ynski Javnaðarfloksins, at umframt arbeiðið við at gera eina føroyska grundlóg, skuldi grundlógarnevndin eisini kanna og vísa á, hvørjir møguleikar kundu verða fyri broytingum í galdandi ríkisgrundlóg, sum kundu tryggja føroyskt sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin.
Her var fyrst og fremst hugsað um, hvussu man við broytingum í grundlógini kundi fáa ásett, at tað var Føroya Løgting - og ikki ríkismyndugleikarnir - sum var hægsti myndugleiki og hægsta lóggávuvald í Føroyum.
Á næsta fundi legði Javnaðarflokkurin útgreinaðu sjónarmið síni fram. Hesi sjónarmið greiðir flokkurin frá í álitinum.
Rangvørg mannagongd
Flokkurin sigur, at tað er skeiv mannagongd, at gera eina grundlóg fyri eitt føroyskt fullveldi longu nú, áðrenn Føroya fólk er eftirspurt, um vit skulu hava nakað fullveldi.
- Hetta fer einans at hava ein propagandistiskan leiklut fyri fullveldisætlanini, at seta eina grundlógarnevnd áðrenn eina fólkaatkvøðu, sigur hann, og
- Kann Javnaðarflokkurin hinvegin fáa ávirkan á, hvussu grundlógararbeiðið verður lagt til rættis, og geva tí eitt breiðari grundarlag, vil hann royna at søkja semju við samgongumeirilutan.
Rættarskipanin burtur
Í lógaruppskotinum um setan av grundlógarnevnd, í §1, stk.4 stendur, at nevndin skal ?gera uppskot til eina føroyska rættarskipan?. Javnaðarflokkurin ynskir at strikað henda setning, og í staðin ynskir flokkurin, at sett verður ein serstøk rættarskipanarnevnd.
Hetta grundgevur flokkurin við, at arbeiðið við at gera eina føroyska rættarskipan er eitt risastórt arbeiði, sum er alt ov rúgvismikið, tíðar- og orkukrevjandi, til at tað kann skoytast upp í endan á arbeiðinum hjá eini grundlógarnevnd.
- Haraftrat kann tað eisini av øðrum grundum verða ynskiligt at loysa arbeiðið, fyri at fáa eina sjálvstøðuga føroyska rættarskipan, frá arbeiðinum við at gera eina grundlóg - tí fellur fullveldisætlanin við komandi fólkaatkvøðu, so fellur eisini grundarlagið fyri grundlógararbeiðinum burtur. Tá kann kortini arbeiðið við eini sjálvstøðugari føroyskari rættarskipan halda fram, sigur flokkurin í álitinum.
Víðkaður arbeiðssetningur
Av tí at Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við fullveldisætlanini hjá landsstýrinum, leggur hann í álitinum fram ynski um ein viðkaðan arbeiðssetning fyri grundlógarnevndina, sum eitt nýtt §1, stk. 2,:
?Nevndin skal í øðrum lagi gera uppskot til tær broytingar í verandi ríkisgrundlógini, sum krevjast fyri at tryggja føroyskum sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin?.
- Hevði fullveldisætlanin verið samtykt við eina fólkaatkvøðu, hevði støðan sjálvandi verið ein onnur, sigur flokkurin og leggur afturat,
- So varð neyðugt við eini grundlóg, og so hevði Javnaðarflokkurin sjálvandi tikið undir við tí. Men fullveldisætlanin hevur ikki verið til fólkaatkvøðu, er ikki samtykt, og kann Javnaðarflokkurin tí heldur ikki taka undir við uppskotinum, so leingi sum tað bert hevur tað eina endamálið: At smíða eina fullveldisgrundlóg.
Hinvegin vísir flokkurin á, at hann tekur til eftirtektar, at ein meiriluti í løgtinginum hevur gjørt av at miða eftir at skipa Føroyar sum fullveldi, og tí vil gera eina nýggja grundlóg.
Men um flokkurin skal taka undir við uppskotinum, sigur hann at endamálsorðingin skal víðkast til eisini at fevna um ynski Javnaðarfloksins - at fáa kannað alternativu møguleikarnar fyri føroyskum sjálvstýri, við broytingum í verandi ríkisgrundlóg.
Í hesum sambandi vísir minnilutin Javnaðarflokkurin á, at danir hava sett sær fyri at gera broytingar í galdandi grundlóg um nøkur ár. Til hetta endamál verður ?savnað saman? ynski og uppskot til broytingar.
- So tað eru góðir møguleikar at koma við broytingaruppskotum úr Føroyum, sigur Javnaðarflokkurin.
Á tveimum beinum
Í álitinum verður grundgivið fyri einum ?tvíbreytaðum? arbeiðssetningi,
- Síðst í hesum árinum skal fólkaatkvøða verða um fullveldisætlanina. Fellur hon, dettur arbeiðið at gera fullveldisgrundlóg burtur. So kann nevndin konsentrera seg um at fáa framt broytingar í ríkisgrundlógini fyri føroyskum sjálvræði, sigur flokkurin og leggur afturat, at um fullveldisætlanin hinvegin verður samtykt, dettur uppskotið hjá Javnaðarflokkinum burtur, og nevndin kann konsentrera seg fult um at smíða føroyska grundlóg.
- Sostatt tekur hesin víðkaði ella ?tvíbreytaði? arbeiðssetningurin, hædd fyri báðum møguleikum, sigur hann.
Er samgongan fastlæst?
Um henda tvíbreytaða arbeiðssetning, sum bæði tekur hædd fyri leið samgongunar og Javnaðarflokksins, sigur flokkurin, at her kundi samgongumeirilutin, við støðu síni til broytingaruppskotið vísa, um Javnaðarflokkurin hevur rætt ella skeivt tá hann sigur, at ?landsstýrissamgongan hevur frá byrjanini læst seg fasta á síni egnu sjónarmið, har tað frammanundan er gjørt av, hvat úrslitið skal verða, og har allar fyrireikingar verða avmarkaðar til at miða einvíst eftir hesum úrsliti.?.
Ódemokratiskt uppskot
Javnaðarflokkurin sigur harafturat í álitinum, at har eru heilt ítøkilig stór og greflig ódemokratisk lýti í lógaruppskotinum, sum øll benda á ein margháttligan einaveldisligan hugsunarhátt hjá landsstýrismanninum, sum hevur evnað lógaruppskotið til.
- Í uppskotinum hevur landsstýrismaðurin nevnliga givið sær sjálvum ein slíkan leiklut, at tað er ein politisk neyðtøka av grundlógararbeiðinum, longu áðrenn tað verður byrjað, sigur flokkurin, og vísir á fleiri dømi í álitinum, sum eftir hansara tykki eru ódemokratisk.
- Í § 1, stk 2 stendur, at ?Landsstýrismanninum verður heimilað at útgreina arbeiðssetning nevndarinnar?. Til hetta sigur Javnaðarflokkurin, at tað er løgtingið, sum skal samtykkja lógina um setan av grundlógarnevnd og harvið eisini arbeiðssetning hennara.
- Tað er púra burturvið, at landsstýrismaðurin skal seta seg upp um løgtingið og sjálvur stýra arbeiðinum beinleiðis við at taka grundlógarnevndina av ræði og gera seg inn á sjálvsagda rætt hennara at skipa arbeiði sítt, sigur hann og nevnir enn eitt dømi:
- Í § 2, stk 2 stendur, at ?Landsstýrismaðurin velur tey fimm umboðini við hægri samfelagsvísindaligum útbúgvingum.? Við at velja seg sjálvan og hesar 5 serfrøðingarnar í nevndina, skipar landsstýrismaðurin so fyri, at hann sjálvur kemur at velja júst helvtina av limunum í grundlógarnevndini.
- Í § 2, stk. 2 stendur um teir 5 serfrøðingarnar, hann sjálvur velur, at ?Landsstýrismaðurin velur ...teirra millum formannin í nevndini?! Hetta er sama valdsmisnýtsla sum omanfyri - sjálvandi eigur grundlógarnevndin bæði at skipa arbeiði sítt og at skipa seg sjálva, sigur Javnaðarflokkurin.
- Og til at Landsstýrismaðurin sambært § 2, stk. 3 eisini eisini skal seta skrivaran í nevndini, sigur flokkurin í álitinum at,
- Jú, sanniliga skal hann hava fastatøkur á grundlógarnevndini!.
- Landsstýrismaðurin skal gera av nágreiniliga, hvat íð grundlógarnevndin skal gera, hann skal velja helvtina av nevndini, hann skal velja formannin, og hann skal seta skrivaran. Tað manglar bara, at landsstýrismaðurin eisini sjálvur skrivar hesi góðu nevnd kladduna til fullveldisgrundlógina at rættlesa og reinskriva, stendur at lesa í álitinum.
Grundlóg er
annað enn jura
Í endaligu viðmerkingini frá Javnaðarflokkinum, til uppskotið um setan av grundlógarnevnd, vísir flokkurin á, at manningin av grundlógarnevndini átti at verið øðrvísi, enn lógaruppskotið sigur. Hann sigur á álitinum, at tað at allir flokkar á løgtingið og landsstýrið eru umboðað, er rætt og rímiligt.
- Men tað er ikki neyðugt, at næstan helvtin av nevndini er løgfrøðingar o.a. serfrøðingar. Teirra fakliga serfrøði kann veitast nevndini sum ráðgeving, tá tørvur er á tí.
Flokkurin sigur, at grundlógararbeiði er annað og meir enn jura o.o. vísindalig ekspertisa. Tað snýr seg m.a. um at áseta tey grundleggjandi, stýrandi virðini í samfelagnum.
- Og fremst av øllum snýr tað seg um at koma fram til og áseta, hvussu øll fyriskipan og øll fyristøða landsins skal vera: Út frá fólkinum og fyri fólkið.
Tí, sigur flokkurin, er størri tørvur á bestu og breiðastu umboðan fólksins í grundlógarnevndini, so sigast kann, at hon verður úr fólkinum og fyri fólkið.
Eftir uppskoti Javnaðarfloksins skuldi grundlógarnevndin, umframt politisku umboðanina, tí eisini havt eina stóra fólksliga umboðan, valda av løgtinginum. Hann sigur:
- Tað kundi t.d. verið umboð fyri: Løntakarar og arbeiðsgevarar, útróðrarmenn, fiskimenn og reiðarar, kommunufelag og býarfelag, meginfelag teirra brekaðu, eldraráðið, ungdómsráðið, umboð barnanna, umboð fyri mentanarheimin, listafólkasambandið, skúlaverkið, rættarskipanina, kirkju- og trúarlívið, vísinda- og granskingarheimin, ítróttarlívið o.s.fr.
Flokkurin sigur, at tað er eitt verk fyri hesi og ikki fyri advokatar at útgreina, hvat vit vilja leggja sum samfelagsins grundleggjandi virði, og leggur afturat, at hesi 25-30 fólkini tilsamans, sum høvdu komið at mannað grundlógarnevndina, høvdu kunnað gjørt tað arbeiðið, sum neyðugt var.
Kveistrað frá sær
Minnilutin, Javnaðarflokkurin, greiðir síðani í álitinum frá, at á fundunum í rættarnevndini var eingin verulig viðgerð av uppskotinum til setan av grundlógarnevnd. Men, at á fjórða fundinum møtti landsstýrismaðurin,
- og tað varð hann ? ikki tey umboðini sum samgongan hevur valt í rættarnevndina ? sum fór í eitt orðaskifti við umboð Javnaðarfloksins, sigur Hans Pauli Strøm og skoytir uppí, at burtursæð frá uppskotinum um at taka arbeiðið við eini føroyskari rættarskipan úr grundlógarnevndini og seta serstaka nevnd til tess, vísti landsstýrismaðurin øllum hinum aftur, bæði ítøkiliga broytingaruppskotinum um at víðka arbeiðssetningin og atfinningarnar at lógaruppskotinum.
- Tað ?tilboðið? Javnaðarflokkurin fekk at taka støðu til, var, at fylgjandi orðing kundi setast inn sum nýtt § 1 stk. 2 í lógaruppskotið: ? Nevndin skal í áliti sínum eisini lýsa politisku og løgfrøðisligu munirnar millum øðrumegin at gera føroyska grundlóg og hinumegin at broytingar verða gjørdar í donsku grundlógini?. Ein slík orðing er púra høpisleys, sigur Hans Pauli Strøm og leggur afturat,
- ikki vildi meirilutin ganga við til, at skoytt varð uppí orðingina, hvat hesar ynsktu broytingar skuldu miða eftir, nevnliga møguleikum fyri føroyskum sjálvstýri við broytingum í verandi ríkisgrundlóg.
- Skuldi verða nøkur semja, skuldi Javnaðarflokkurin taka við orðingini omanfyri. Tá hugsað verður um ynski Javnaðarfloksins og atfinningar okkara at uppskotinum annars, var sjálvsagt ógjørligt at taka til takkar við slíkum orðaklodda, sigur minnilutin Hans Pauli Strøm, at enda í álitinum frá rættannevndini um setan av grundlógarnevnd.