Ein hátrýstsryggur beint sunnan fyri Føroyar fer í ein sunnan og lýggj og slavin luft rekur inn yvir okkum av útsynningi. Fleiri brúgvaløg við regni fara av og á framvið. Seinast í vikuni fara sterkari brúgvaløg stundum framvið okkum úr útsynningi.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul fyri tað mesta av vestri, undir 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin millum 10 og 15 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin millum 10 og 15 stig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, sum um náttina øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn í støðum, men um náttina samregn. Hitin um 12 stig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein útsynning og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Um náttina aftur andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Yvrihøvur skýggjað og stundum regn. Hitin um 12 stig.
Sunnudagin
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, men út á dagin klárar í og tað verður yvirhøvur turt. Hitin millum 10 og 13 stig.
Mánadagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 9 og 12 stig.