Eingin skal sita einsamallur jólaaftan

Fimta árið á rað verður jólaaftanshald í KFUM og K fyri tey, sum ongan annan hava at halda jól saman við.

Jólini broytast, alt eftir hvussu gamal ein er. Ein er ikki mong árini, áðrenn gávurnar byrja at fylla nógv jólaaftan og flestu børn, fyri ikki at siga øll, munnu halda, at døgurðin er ríkiliga langur og bíðitíðin ótolandi, áðrenn tey sleppa at opna gávurnar.

 

 

 

Sum tú eldist, lærir tú spakuliga at síggja tað góða í samveruni við familjuna, í hugnanum í stákanini undan jólum, í prátinum tað fyri børnini alt ov langa borðhaldið.

 

 

 

Tað eru tó ikki øll, sum eru so heppin at hava nakran at savnast við á jólum. Av ymiskum orsøkum situr onkur kanska einsamallur. Maðurin er til skips og børnini eru flutt av landinum, ella kanska eru tey øll farin av foldum.

 

 

 

Tær nýtist kortini ikki at sita einsamallur á jólum. Fleiri felagsskapir eru, sum skipa fyri jólaaftanshaldið fyri tey, sum annars høvdu sita aleina, millum annað KFUM og K í Klaksvík.

 

 

Hetta er fimta árið á rað, at jólaaftanshald verður í KFUM og K í Klaksvík.

 

Tað er Pól Johannesen, trúboðari, sum skipar fyri jólaaftanshugnanum í KFUM og K, og hann sigur, at har verður tað mesta á skránni, sum er vanligt jólaaftan.

 

-          Hetta er fyri øll, sum ikki hava nakran annan at halda jól saman við, sigur Pól Johannesen, trúboðari.

 

- Vit fara at syngja saman, jólaevangeliið verður lisið, vit dansa um jólatræið. Vit fara at skipa fyri spurnarkapping og øðrum undirhaldi, og so bjóða vit sjálvandi ein jóladøgurða og rísingreyt og kaffi omaná. Og so verða gávur býttar út, sigur hann.

 

Jólaaftanshaldið í KFUM og K í Klaksvík verður jólaaftan klokkan 18, og Pól Johannesen heitir á fólk um at siga sær frá á telefon 21 24 80, um tey hava hug at koma.