Tað er Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sum hevur setti avvarðandi landsstýrismanni, Eirikri í Jákupsstovu, ein grein 52a fyrispurning um støðuna hjá deyvum og tunghoyrdum í Føroyum.
Ítøkiliga spyr løgtingsmaðurin soleiðis:
Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
1. Hvussu merkja deyvir og tunghoyrdir føroyingar í tí dagliga, at føroyska teknmálið er viðurkent sum teirra móðurmál?
2. Í hvønn mun hava sparingar tey seinnu árini rakt tænasturnar, ið verða veittar deyvum og tunghoyrdum í Føroyum (til dømis teknmálstulking, undirvísingartilboð til avvarðandi, gransking av teknmáli og menning av teknmálsorðabókini)?
3. Metir landsstýrismaðurin, at støðan viðvíkjandi teknmálstulking, við bert tveimum almennum tulkum, er nøktandi?
4. Um landsstýrismaðurin metir, at støðan ikki er nøktandi, hvat ætlar hann so at gera fyri at bøta um støðuna?
5. Eru ætlanir um at geva tilboð til teirra, ið hava fingið Cochlear Implant hoyritól, soleiðis at hesi kunnu fáa upplæring/endurvenjing, so at tey fáa nyttu av tólinum?
Landsstýrismaðurin svarar soleiðis:
Til 1:
Síðan teknmál við lóg í 2017 varð viðurkent sum móðurmál, er atkoman til eina føroyska teknmálsorðabók vorðin veruleiki. Hetta er ikki komið úr ongum. Málráðið játtar umleið 100 tús. kr. hvørt ár til teknmálsorðabókina, sum er frítt atkomulig á heimasíðuni hjá Málráðnum.
Eisini hevur Uttanríkis- og mentamálaráðið í 2022 játtað 479 tús. kr. til teknmálsviðgerð, av játtanini, ið er tilskilað orðabókaviðgerð í 2022. Almanna- og mentamálaráðið játtaði 250 tús. kr. í 2023 til sama endamál.
Umframt játtan til teknmálsorðabók er ein stuðulsjáttan á fíggjarlógin til framleiðslu av føroyskum loftmiðlatilfari. Játtanin er áljóðandi 785 tús. kr., og stuðlar teksting av sendingum og teknmálstulking av tíðindasendingum og øðrum føroyskum sendingum á
sjónvarpsmiðlinum hjá Kringvarpinum.
Til 2 - 5:
Yvirskipað kann sigast at tá ið talan er um tænastur á almannaøkinum til fólk, ið eru deyv ella tunghoyrd, so er samlaða tænastan økt, við tað at deildin fyri Samskiftismenning varð sett á stovn í 2023.
Økið, ið spyrjarin spyr inn til fevnir breitt, og eru tað fleiri myndugleikar og stovnar sum veita tilboð og tænastur til fólk, ið eru deyv ella tunghoyrd. Hesi myndugleikar og stovnar hoyra undir ymisk málsøki, og harvið fleiri stjórnarráð. Sum dømi kann nevnast at stovnar undir Heilsumálaráðnum og Barna- og útbúgvingarmálaráðnum eru viðkomandi, tá ið talan er um Cochlear implant hoyritól, undirvísing í teknmáli og talu- og hoyrivenjing. Stundir hava tíverri ikki verið at viðgera spurningarnar við avvarðandi myndugleikar áðrenn svarfreistina.
Við tað at spyrjarin spyr inn til tulkatænastu, ið er ein tænasta sum Almannaverkið, ið er undir Almanna- og mentamálaráðnum, veitir, verður í hesum føri svarað út frá hesum sjórnarhorni.
Almannaverkið veitir tulking og samskiftismenning til fólk, ið eru deyv ella tunghoyrd.
Deildin Tulking veitir teknmáls- og skrivitulking til alt slag av samskifti, har deyv, hoyritarnað og hoyrandi møtast, og har almenn upplýsing og tiltøk fara fram. Tulkað verður úr føroyskum talumáli til føroyskt teknmál og øvugt, og í ávísum førum verður eisini tulkað úr norðurlendskum ella enskum talumáli til føroyskt teknmál.
Á deildini Tulking starvast tveir teknmálstulkar, tveir skrivitulkar og fríyrkistulkar.
Almannaverkið metir at stovnurin við hesum megnar at loysa tær uppgávur, sum koma á deildina. Við hesum er ikki sagt at tænastan ikki kann útbyggjast, um fleiri tulkar vera útbúnir. Á fíggjarlógini fyri 2025 var ein sparing á 400 tús. kr. framd í lønarútreiðslum á deildini Tulking. Talan var í hesum føri um eitt ósett starv, og hevði Almannaverkið lýst nakrar ferðir eftir starvsfólkum uttan úrslit. Sparingin viðførdi sostatt onga broyting í veittu tænastuni.
Deildin Samskiftismenning í Almannaverkinum veitir audiologopediska tænastu til heimabúgvandi borgarar í aldrinum 18 ár til fólkapensjónsaldur, ið hava avbjóðingar við at samskifta í gerandisdegnum. Tað kunnu m.a. vera samskiftisavbjóðingar orsakað av seinheilaskaða, raddartrupulleikum, tinnitus, staming, cochlear implant o.ø. Um ein hevur tørv á samskiftismenning ber til at søkja á umsóknarblaði. Tænastan krevur ikki ávísing frá lækna.
Samskiftismenning bjóðar ráðgeving, vegleiðing, einstaklinga- og bólkaundirvísing umframt ráðgeving til avvarðandi og starvsfólk. Tilboðið er málrættað og tíðaravmarkað.
Deildin Samskiftismenning er ein nýggj deild í Almannaverkinum, ið stig- og miðvíst verður útbygd. Í mun til borgarar við CI, so eru fyrstu umsóknirnar frá hesum málbólkinum júst komnar á deildina, og fáa hesi tænastu skjótast gjørligt, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður.