Eingin steðgar klaksvíkingum

Tey sum høvdu væntað og vónað, at kollfirðingar fóru at geva oddaliðnum úr Klaksvík mótstøðu sunnudagin, gjørdist vónbrotin.

Við styrktum liði í fjórða umfari, vundu klaksvíkingar burturúr kollfirðingum, sum hinvegin vóru nakað viknaðir í mun til fyrstu trý umførini. Eyðun Nolsøe telvaði sítt fyrsta talv í vetur fyri barndómsfelagið og hjá kollfirðingum var eingin Torbjørn Thomsen hesaferð at finna á 2. borði.
Hetta var helst høvuðsorsøkin til, at úrslitið gjørdist 3,5-0.5 til klaksvíkingar. Einans Hans Kristian Simonsen gav kollfirðingum stig við sínum javnleiki móti Eyðuni. Hjá kollfirðingum kennist tað helst sum at fáa nevan framaná, tí nú kunnu teir gloyma alt um gullið. Møguliga kunnu teir hótta havnarmenn á øðrum plássi, men eisini mong stig eru upp til teir.

Sorl í Havn
Vestmenningar fingu lítið við heimaftur, tá teir vitjaðu í Havnini. Martin Poulsen og John Rødgaard leiktu ein drúgvan javnleik á 1. borði, har John trýsti við sínari meirfinnu. Men ólíkalittu bisparnir bjargaðu helst Martini. Hinir havnarmennirnir vunnu allir, men als ikki uttan stríð, sigst. 3,5-0,5 gjørdist tí úrslitið. Hetta merkir, at havnarmenn eru teir einastu, ið kunnu bjóða formsterku klaksvíkingarnar av í kappingini um gull og heiður.
Samstundis fullu vestmenningar niður á eitt fjórða pláss, yvirhálaðir av hvalvíkingum, sum vunnu 4-0 á toftamonnum. Rógvi W. Rasmussen styrkti væl um liðið hjá hvalvíkingum.
Stríðið um triðja pláss stendur í løtuni millum hvalvíkingar, vestmenningar og kollfirðingar.Við nærum vissu ber longu nú til at siga, at toftamenn ikki megna at halda sær uppi í 1. deild. Fimta umfar verður komandi vikuskiftið og tá verður millum annað oddabrak millum klaksvíkingar og havnarmenn.

2. deild og 3. deild
Tað eru framvegis klaksvíkingar og sandavágsmenn sum serliga skara framúr í 2. deild. Klaksvíkingar hava eitt sterkt 2. lið, nú 1. liði hjá teimum er styrkt við Eyðuni. Og tað sást eisini aftur sunnudagin, tá teir vunnu 4-0 á Havnini b.
Gøtumenn hava tvey lið í 3. deild og A-liðið hjá teimum tykist at vinna deildina. Teir eru hálvtriðja stig framanfyri vestmenningar á øðrum plássi.

Føroyingar næstfremstir
Útisetafelagið leikti toppdyst um vikuskiftið í donsku skakliguni. Framanundan mett, varð dysturin móti Helsingør ringur at spáa um, men tá Helsingør vantaðu tveir sterkar telvarar, vuksu vónirnar um eitt gott úrslit.
Tað byrjaði annars sera illa, tí eftir einir tríggjar tímar var støðan 2,5-0,5 til Helsingør. Hóast verri støður í miðspælinum á flest øllum hinum borðunum, brúktu føroyingarnir albogar sínar væl og vunnu loksins 4,5-3,5. Heini Olsen, Heini Danielsen og Pól Martin Hansen vunnu síni talv. Flóvin Tór Næs, Carl Eli N. Samuelsen og Terji Petersen leiktu javnt, meðan danin Nicolaj Borge og John Nilssen taptu.
Góða úrslitið hevur við sær, at Talvfelagið Føroyar er á øðrum plássi eftir trý umfør í bestu donsku deildini. Danmarksmeistararnir úr Helsinge eru framvegis tryggir á odda við 18 stigum móti 13,5 stigum hjá Talvfelagnum Føroyum. Helsingør hevur somuleiðis 13,5 stig, men hava verri dystarstig enn føroyingar.
Ein sera góð - og óvæntað - støða hjá útisetum at hava, tá farið verður í holtur við aðru helvt. Fjórða umfar verður 16. januar og tá hitta føroyingar Brønshøj.

Støðan í Skakliguni
Helsinge18,0
TF Føroyar13,5
Helsingør13,5
Sk 196813,0
Brønshøj11,0
Skolerne11,0
Nordre10,0
K415,0

Úrslit og støður


1. deild


Kollafjør_ur
Klaksvík
0,5-3,5
Hans Kristian SimonsenEy_un Nolsøe0,5-0,5
Ey_álvur JohannesenÓlavur Simonsen0-1
Bernhard ThomsenFinnbjørn Vang0-1
Grettir DjurhuusRani Nolsøe0-1

Hvalvík
Toftir
4-0
Rógvi W. RasmussenWensil Højgaard1-0
Finnbjørn ZachariassenØssur Hansen1-0
Martin BrekkáJustinus Hansen1-0
Gunnar JoensenOddmar Andreasen1-0

Havnin
Vestmanna
3,5-0,5
Martin PoulsenIM John Rødgaard0,5-0,5
Olaf Berg Jákup á R. Andreasen 1-0
Bogi Ziska Samson Højgaard 1-0 Herluf Hansen John Jacobsen 1-0


Støðan
1. Klaksvík13,0
2. Havnin10,5
3. Hvalvík8,0
4. Vestmanna7,5
5. Kollafjør_ur6,0
6. Toftir2,0



Skakliga

3. umfar

Helsingør 3,5 - 4,5 Talvfelagið Føroyar
GM Sune Berg Hansen25581-02404IM Nikolaj Borge
Ole Bøgh Larsen22351-02403John Arni Nilssen
Michael B. Jørgensen21920-12359Heini Olsen
Nicholas Roland Nielsen2195_-_2303Flovin Tór Næs
Kristian Vinther Juul2084_-_2195Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Sandra de Blecourt20660-12149Heini Danielsen
Ib Jensen1961_-_2022Terji Petersen
Aage Petersen19400-11848Poul Martin Hansen
- Upplýst eru donsku ratingtølini

Støðan í Skakliguni
Helsinge18,0
TF Føroyar13,5
Helsingør13,5
Sk 196813,0
Brønshøj11,0
Skolerne11,0
Nordre10,0
K415,0