Fótbóltur
Í dýrdarveðrinum á Valloyrini í Sandavági leygardagin tóku toftamenn enn eitt risa fet ímóti Formula deildini. B68 flongdi FSV04 við ikki minni enn 6-1. Heimaliðið fekk ikki sítt mál fyrrenn í evstu løtu, tá ið toppskjúttin, Andrzej Stretowicz, umsetti brotsspark til mál aftanfyri Gunnar á Steig, sum annars hevði millum lítið og einki at gera.
B68 setti beinanvegin ikki serliga sannførandi heimaverjuna undir trýst. Eftir skjótálop og innlegg frá Kristian Anton Andreasen skoraði Jósup Henriksen til 1-0, og ágrýtni maðurin økti í síðstu løtu til 2-0, tá ið hann kom ímillum afturlegging.
Venjararnir báðir hjá FSV04, Jan C. Dam og Jákup Eli Olsen, komu ikki á vøllin eftir steðgin. Besta møguleikan hjá FSV04 í 1. hálvleiki hevði toppskjúttin, Andrzej Stretowicz havt, men hann var óheppin og sendi í tvørtræið.
Eftir steðgin bar einki til hjá heimaliðnum, og B68 hevði fult tamarhald á. Miðvallarin Jann Ingi Petersen skoraði tvær ferðir, og vongverjin Alex Troleis og miðvallarin Alexandro Casthilio eina ferð í part.
B68 er trettan stig frammanfyri triðja plássið og á veg upp í Formula deildina. FSV04 droymir eisini um Formula fótbólt. Tað kann gott vera, at teir fara at gera dreymin til veruleika, tá ið teir hava gloymt leygardagin.
Dystur um bronsuna
TB fekk fult, tá ið teir høvdu vitjan av LÍF og telvaðust um fjórða plássið. LÍF var væl við undan hvíldini, men leirvíkingar megnaðu ikki at skjóta mál. Tíðliga í 2. hálvleiki skoraði Olivur Abrahamsen, og bara lítla løtu seinni varð alt avgjørt, tá ið TB toppskjúttin, Kaj Roest, hevði økt um munin.
So var TB meiri verjukent, men LÍF megnaði ikki at hótta.
NSÍ plagar at hava ilt við at halda tørn um plássið í næstbestu deildini, tá ið teir áður hava roynt seg. Hesa ferð tykist fara at bragda. Eftir sigurin á botnliðnum, B36, í Gundadali er NSÍ langt frá niðurflytingar strikuni.
Eddie Mikkelsen skoraði einsamalla málið í 1. hálvleiki. Eftir stutta frísparkssending smekkaði hann til úr stórari fjarstøðu. Málverjin tóktist hava tak á, men bólturin fór í málið. Eftir uppspæl í vinstru økti Sonni L. Petersen til 2-0.
B36 liðið var ikki væl mannað. Kurt Mørkøre stóð í álopinum, og tað eydnaðist honum at minka um munin, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Gamli málrevurin var fyrstur á returbólti.
Tað eydnaðist hvørki KÍ ella SÍ koma sær undan hóttanini av niðurflyting. Í tættari uppgerð í Klaksvík legði Poul Poulsen SÍ framum. Fram ímóti steðginum fótaði heimaliðið sær, og teir skoraðu tvey mál. Kristian Andreasen við brotssparki og Julian Samuelsen, sum leingi hevur verið skaddur, og nú tykist vera um at koma fyri seg aftur, áttu málini. Julian við at seta krúllin undir frísparksinnlegg.
SÍ royndi at leggja trýst á eftir steðgin. Útjavnandi málið skoraði Jørgen Meitilberg, tá ið hann gjørdist leysur.
Í Gundadali skuldu HB og ÍF havt spælt. Fuglfirðingar hildu seg hava fingið boð um at spæla klokkan 15, og teir fóru til hús aftur, tá ið heimaliðið ikki møtti. HB liðið møtti at spæla klokkan 17, og tað hildu teir seg hava givið ÍF boð um. Enn er ikki avrátt, hvat verður av hesum dystinum.