Eingin steypafinala hjá Natasju á hesum sinni

Valur vann stórsigur á Haukum í hálvfinaluni í Laugardalshøllini

Natasja Hammer og liðfelagarnir í Haukum spældu í kvøld hálvfinalu í íslendsku steypakappingini í Laugardalshøllini í Reykjavík móti Vali.

 

Valur livdi upp til greiða favorittleiklutin og vann stórsigur 28-19 á Haukum. Í steðginum var Valur á odda 16-9.

 

Liðini fylgdust til støðuna 8-7 til Val. So kom Valur upp á 13-7, og eftir tað gekk tað bara ein veg.

 

Natasja skoraði eitt mál fyri Haukar í kvøld.

 

Í finaluni komandi leygardag møtir Valur antin ÍBV ella Selfossi, ið spæla dyst í Laugardalshøllini nú. Ingibjørg Olsen er við í hópinum hjá ÍBV, so enn livir vónin um, at eitt føroyingalið kann vinna seg í íslendsku steypafinaluna.