Eftir ætlan skuldi Tvøroyrar býráð í dag taka støðu til, um borgarstjórin, Kristin Michelsen, ið eisini er valdur á Føroya løgting, kann røkja báðar sessirnar samstundis. Men Kringvarpið veit í dag at siga, at umbønin um frávik ikki er á skrá á fundinum í kvøld.
Fyri Kringvarpinum upplýsir Kristin Michelsen, at hann fer at biðja um undantak at røkja báðar sessirnar seinni í ár.
Støðan hjá Kristin Michelsen gjørdist aktuell aftaná, at Klaksvíkar kommuna sýtti fyri at geva teirra borgarstjóra, Jógvan Skorheim, undantak at røkja báðar sessirnar. Hinvegin hava bæði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Pauli Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, fingið undantak at røkja báðar sessirnar.
Við in.fo 22. september upplýsti Kristin Michelsen, at hann ætlaði at søkja um farloyvi, aftaná at Kári P. Højgaard setti landsstýriskvinnuni í kommunumálum, Sirið Stenberg, ein fyrispurning um evnið.
- Eg fari at biðja býráðið um loyvi aftur, so at vit kunnu fáa eitt orðaskifti aftur. Tað er neyðugt aftaná, at Kári P. Højgaard hevur sett Sirið Stenberg ein skrivligan fyrispurning á løgtingi um tað, umframt tað nógva kjakið, ið hevur verið um málið. Eg dugi tó ikki sjálvur at síggja trupulleikan við, at borgarstjórar hava sæti á løgtingi.