- Eingin tíð at keða seg

Handarbeiðsskúlin í Klaksvík hevur nógv spennandi skeið at bjóða.

Í farnu viku var tøving á skránni, har sjey kvinnur fingu undirvísing í, hvussu ein umskapar ull til skóleistar, taskur, páskaprýði  og eisini sloyfur!

Tær sita ídnar og arbeiða ull, hesar sjey hugagóðu kvinnurnar í Handarbeiðsskúlanum.
Seks teirra sita við borðini og gera ymiskt úr ullini, meðan tann sjeynda kvinnan er í einum øðrum rúmi og vaskar ull.
Frammanfyri teimum situr undirvísarin Anna Evensa Abrahamsen og gevur teimum góð ráð, um brúk er fyri tí.
Við eitt av borðunum situr Heidi Hvidbro úr Klaksvík. Flestu kvinnurnar eru úr hesum býi, men ein teirra er komin tann langa vegin úr Miðvági at luttaka á hesum skeiðnum.
Prátið gongur og arbeitt verður, tá vit trína innar í undirvísingarhølið. Tað er ikki meiri enn at tær sansa at gestir eru komnir á gátt.
Her ræður um at nýta hvørja løtu væl, soleiðis at sum mest fæst burtur úr undirvísingini.
 
- Akkurát eg
Hetta er fyrstu ferð, at Heidi er á slíkum skeiði. Hetta hava verið áhugaverdir tímar, serliga fyri hana sum ikki hevur tøvt áður, men mest fingið við annað handarbeiði.
- Tá eg frætti um skeiðið hugsaði við mær sjálvari, um hetta var nakað fyri meg, - um eg mundi fara at tíma at tøva.
- Men nú, eg havi verið her nakrar ferðir, má eg bara siga, at tøvingin, tað er akkurát eg!, sigur Heidi við einum stórum brosi.
Tað hevur eisini verið áhugavert fyri hana at hitta aðrar kvinnur. Hóast tær eru í ymiskum aldrum, eru tær savnaðar her við einum endamáli: At læra meiri um tøving.
 
Sloyfur
Hetta skeiðið í tøving varir samanlagt í 64 tímar, og byrjar á morgni og endar kl. 15. Íalt eru tær saman átta ferðir hetta skeiðið, sum byrjaði fyrst í februar mánaði.
At tað er um dagin hóskar væl til Heidi, sum starvast sum heilsuatstøðingur á deild A á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
- Tað er gott at hava eitt lagaligt arbeiðspláss, sigur hon, sum eisini er virkin í felagsskapinum Bót til Bata.
Heidi hevur við ávís høvi luttikið á fundum og greitt frá, hvussu tað var at fáa staðfest bróstkrabba, har hon samstundis hevur kunnað um arbeiðið í Bót til Bata.
Tá vit vitjaðu handarbeiðsskúlan mikudagin var hon í ferð við at tøva og gera sloyfur úr ljósareyðum tilfari.
Hesar sloyfur eru symbol hjá kvinnum, sum eru skurðviðgjørdar í bróstinum. Tær eru vakrar á at líta, samstundis sum ein kann vera felags um eitt ávíst endamál.
 
 
- Ikki tíð at keða seg
Meðan Heidi prátar við umboðini fyri tíðindatænastuna, situr hon alla tíðina og arbeiðir.
Tað ræður um at fáa hetta arbeiðið frá hond, tí nú eru ikki so nógvir dagar eftir til undirvísingin endar. Her má hvør løta nýtast til fulnar.
Hon hevur tó ikki einans gjørt hesar sloyfurnar. Umframt hetta hava kvinnurnar í Hondarbeiðsskúlanum m.a. tøvt skóleistar og gjørt páskaprýði, taskur og mangt annað.
Hon fegnast um at kunna fara á ein skúla av slíkum slagi. Her er nevniliga øll tann útgerðin, ið krevst til slíkt handverk.
Skal ein arbeiða heima við hús krevur tað sítt pláss, men her á Handarbeiðsskúlanum eru allar umstøður og øll líkindi til at fáa nakað burturúr.
- Hóast tað kann tykjast long tíð at vera á einum skeiði sum varar í 64 tímar, havi eg ikki kett meg eina einastu løtu.
- Vit hava ein sera góðan felagsskap, og gjøgnum prátið fáa vit somuleiðis íblástur frá hvør aðrari, sigur Heidi.
 
 

Sjey luttakarar
Tær sjey sum luttaka á hesum skeiðnum í tøving eru hesar:
Sunnrid Sirdal, Hvannasund
Sirið Bjartalíð, Klaksvík
Heidi Hvidbro, Klaksvík
Jórun Haraldsen, Miðvág
Sólvá Hansen, Klaksvík
Maiken Stenberg, Klaksvík
Gunnvør Sigurðsson, Klaksvík