Mansflogbóltur
Í upptaktini til flogbóltsdystirnar um vikuskiftið skrivaðu vit millum annað, at skuldi nakar gera nakað við ÍF, so mátti tað verða Mjølnir, sum hesa ferð átti heimavøll móti oddaliðnum.
Í so máta má staðfestingin vera, at tað er eingin, sum tekur ÍF. Nú bert ein dystur er eftir at leika í grundspælinum ? hann hevur ÍF heima ímóti Fram ? hevur liðið framvegis fult stigatal, og enn er ikki eitt einasta sett farið framvið, og tað er veruliga nakað, sum ber boð um klassa.
Sunnudagin var ikki tað stóra, sum Mjølnir kundi gera við fuglfirðingar. Tó at eisini klaksvíkingar hava styrkt um lið sítt í ár við útlendskum leikarum, so tykjast hesir ikki fella eins væl inn á liðið, sum nýggju leikararnir hjá ÍF gera. Og hartil og minst líka týdningarmikið, so er einki at ivast í, at ÍF hevur setrkasta kollektivið av føroysku mansliðunum í ár. Breiddin á liðnum er somikið stór, at avrikið ikki er tengt at einum ella tveimum leikarum, tí tað standa alla tíðina aðrir klárir at taka yvir, soleiðis at talan mest sum ongan tíð verður um nakran off-day, og hetta støðufesti ger, at hini liðini munnu hava lítlar og ongar vónir um at taka oddaliðið aftur.
Harður dystur millum tey næstbestu
Er spenningurin um gullið sostatt longu horvin, so er hann framvegis sera stórur um, hvussu verður við næstu sessunum.
Her hava tað serliga veirð Mjønlir og Fram, sum hava gjørt seg galdandi, og hetta vikuskiftið nýtti Fram til at vinna seg upp um aftur klaksvíkingarnar. Mótstøðan hjá Fram var úr SÍ, sum enn ikki hevur megnað at bitið seg fast beint undir oddinum, hóast liðið á pappírinum átti at havt møguleikan til tess.
Hesin møguleikin eigur heldur ikki enn at avskrivast, tí hóast talan gjørdist um sigur til meistararnar, so var tað ikki uttan víðari, at sørvingarnir boygdu seg. Trý av teimum fýra settunum endaðu í mest sum reinum nervakríggi, men í tveimum av hesum førunum vóru tað heimamenninir, sum drógu longra stráðið, soleiðis at teir vunnu fjórða sigurin á árinum.
Sum sagt, so viðførdi dysturin, at Fram fyribils klintraði upp á næst ovasta sessin í deildini, men tað er tó langt ífrá víst, at teir verða hangandi her alt grundspælið á tamb. Sjálvir hava meistararnir kanska truplastu uppgávuna eftir, tá teir skulu vitja á Kambsdali. Klaksvíkingar hava hinvegin tríggjar dystir eftir á skránni, og av hesum eigur í øllum førum tann ímóti Fleyr at geva fulla úrtøku, meðan tað tykist eitt sindur meira óvist, hvussu dystirnir móti SÍ fara at tørna út.