Eingin tekur undir við Sam­bands­flokki­num

Flokkurin stendur einsamallur við málinum um at hækka ríkisveitingina úr Danmark

Áltiið er komið frá Løgtingsins fíggjarnevnd um uppskot Sambandsfloksins at hækka ríkisveitingina úr Danmark. Talan er um uppskot til samtyktar, sum tingfólkini fyri Sambandsflokkin, Bárður á Steig Nielsen, Helgi Abrahamsen, Johan Dahl, Eyðdis Hartmann Niclasen, Erhard Joensen, Magnus Rasmussen og Frimodt Rasmussen, tingfólk, hava vegna Sambandsflokkin lagt fyri tingið.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 11., 24. og 26. november 2025.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Landsbankan, Búskaparráðið og landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Ruth Vang.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Eyðgunn Samuelsen, Ingilín D. Strøm, Dennis Holm, Hanna Jensen, Beinir Johannesen og Steffan Klein Poulsen) tekur ikki undir við málinum, men hevur ymiskar viðmerkingar.

 

Eyðgunn Samuelsen, Ingilín D. Strøm, Dennis Holm, Hanna Jensen og Beinir Johannesen hava hesar viðmerkingar:

 

Talan er um eitt uppskot til samtyktar, har ætlanin við samtyktarorðingini er at fáa steðgað niðurlaðingini av ríkisveitingini, so at hon ikki minkar við 25 mió. kr. í 2025, sum annars er samtykt.

 

Saman við lm. 44 er ætlanin hjá uppskotssetarunum, at hendan steðgaða niðurlaðing skal fíggja ein munandi barnafrádrátt frá landinum.

 

Undir viðgerðini er komið til sjóndar, at ríkisveitingin av summum verður sædd sum ein rættur, har onnur meta hana vera ein stuðul, eina sokallaða arbeiðsfría inntøku. Fleiri av hoyringarpørtunum hava mett veitingina sum ein stuðul, sum ikki eggjar føroyska samfelagnum at tillaga seg til at liva av egnum ríkidømi. Hinvegin kemur hon inn í landskassan og hevur eina beinleiðis ávirkan á gjaldsjavna og fordeiling.

 

Eisini er komið fram undir hoyringunum, at niðurlaðingin so við og við tekur burtur fíggjarligar bindingar millum Føroyar og Danmark, og kann tí vera við til at geva føroyska samfelagnum eina frælsari viðgerð av viðurskiftunum við Danmark, umframt at gera føroyska samfelagið minni tongt at stuðli.

 

Til kjakið um, hvørt stuðulin er neyðugur, tí hall er á fíggjarlógini, hava hoyringarnar víst, at tað ikki kann metast at vera eitt alternativ til niðurlaðingina at nýta peningin – eitt nú til barnafrádrátt – í staðin, og tí er hetta uppskotið ikki haldgóð loysn til at fíggja ein barnafrádrátt sambært lm. 44.

 

Ætlaða niðurlaðingin av ríkiveitingini í 2025 er sambært avtalu, ið er gjørd við heimild frá Løgtinginum.

 

Lesið eisini: Vilja hækka barnafrádráttin við ríkisstuðli

 

Steffan Klein Poulsen hevur hesar viðmerkingar:

 

Undirritaði er samdur við tí útlegging um, at ríkisveitingin ikki er ein gáva. Hendan veitingin kemur til Føroyar, av tí at vit eru partur av einum ríkisfelagsskapi, har danir hava stórt gagn av at hava Føroyar við.

 

Ríkisveitingin er eisini so mikið lág nú, at spurningurin, um hvørt Føroyar ella Danmark fáa eitt størri fíggjarligt gagn av hvørjum øðrum, er sera viðkomandi at fáa svar uppá. Miðflokkurin eftirlýsir tí eina fíggjarliga uppgerð av øllum peningarenslinum, bæði beinleiðis og óbeinleiðis, ímillum Føroyar og Danmark.

 

Áðrenn hetta er gjørt, eigur ríkisveitingin als ikki at verða lækkað, so sum samgongan hevur gjørt hetta valskeiðið. Hinvegin, so heldur undirritaði heldur ikki, at ríkisveitingin skal hækka aftur, sum uppskotið leggur upp til.

 

Tað er av stórum týdningi, at Føroyar gerast sjálvbjargnar, eisini fíggjarliga, men almenni búskapurin í Føroyum koyrir við undurskoti í løtuni, sum eisini tykist at vera vaksandi. Tað er tí óskiljandi, at ríkisveitingin er skorin undir slíkum umstøðum.

 

Tað rætta er at lata fastfrystu ríkisveitingina fáa frið. Hetta merkir, at ríkisveitingin spakuligani verður fasað út, so hvørt prísstøðið hækkar. Afturat hesum skal áðurnevnda fíggjarliga uppgerðin gerast, soleiðis at vit fáa eina greiðari mynd av peningarenslinum millum Føroyar og Danmark.

 

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

 

 

Minnilutin (Magnus Rasmussen) hevur hesar viðmerkingar:

 

Hetta er uppskot til samtyktar um at hækka ríkisveitingina.

 

Í samtyktartekstinum verður heitt á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, sum hevur sum endamál at steðga ætlaðu niðurlaðingini av ríkisveitingini, og at ríkisveitingin frá og við 2025 verður tann sama sum í 2024.

 

Við uppskotinum verður lagt upp til, at niðurlaðingin av ríkisveitingini fyri fíggjarárið 2025, sum er 25 mió. kr., verður afturførd, soleiðis at vit hava ráð til betri vælferð.

 

Um niðurlaðingin á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 eisini verður strikað, sum Sambandsflokkurin heldur, at hon eigur at verða, hava vit 50 mió. kr. meira til vælferð.

 

Endamálið við uppskotinum er at brúka tær tryggu inntøkurnar, sum landskassin hevur av ríkisveitingini, til at fíggja eina hækking av barnafrádráttinum hjá barnafamiljum í Føroyum til tess at betra og lætta um gerandisdagin hjá teimum.

 

Hækkingin av barnafrádráttinum er alneyðug, tí dýrari og dýrari gerandisdagur rakar barnafamiljur í Føroyum serliga hart og ikki sæst fyri nakrari broyting til tað betra heldur.

 

Høgu prísirnir á matvørum og øðrum gerandisvørum, umframt høgir bústaðarprísir, gera tað trupult at fáa endarnar at røkka saman.

 

Fíggjarliga byrðan ger tí dagligdagin hjá barnafamiljum sera truplan, og tí vil Sambandsflokkurin við lógaruppskoti LM-044/2025 tryggja barnafamiljunum í Føroyum betri livikor.

 

Vit kenna øll til veruleikan, at í Føroyum hava vit eina demografiska avbjóðing. Vit gerast alsamt fleiri og fleiri eldri borgarar, meðan vit mangla yngra fólki, fólk í burðarførum aldri. Hetta er ein sera óheppin gongd.

 

Sambandsflokkurin velur at betra um livikorini hjá føroysku barnafamiljunum – bæði teimum, sum búleikast her og so eisini teimum, sum ynskja at seta búgv her og búleikast í Føroyum frameftir.

 

Við tí uppskotinum verður barnafrádrátturin hækkaður við heili 4.000 kr. fyri hvørt barnið – ein upphædd, ið veruliga munar.

 

Ríkisveitingin er ein trygg inntøka hjá landskassanum. Ein trygg inntøka, sum vit føroyingar hava rætt til. Ríkisveitingin er ein rættur hjá okkum, sum partur av ríkisfelagsskapinum. Ríkisveitingin er ikki ein gáva, men skal síggjast sum ein veiting vit fáa afturfyri at vera partur av einum felagsskapi, har allir partar fáa ágóðan.

 

At sitandi samgonga hevur valt at skerja ríkisveitingina við 25 mió. kr. árliga, so samlaða niðurlaðingin verður 250 mió. kr. tá samgonguskeiðið er runnið, er eftir Sambandsfloksins tykki ábyrgdarleyst og tað serliga havandi í huga, at stórt hall er á fíggjarlógini ár um ár.

 

Vísandi til uppskot okkara um at hækka barnafrádráttin munandi, LM-044/2025, so verður mett, at við hesum uppskoti ber væl og virðiliga til at fíggja hækkaða barnafrádráttin – barnafamiljunum og øllum samfelagnum at gagni.

 

Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at

 

samtykkja uppskotið.

 

 

 

Fíggjarnevndin, 26. november 2025

 

 

 

 

 

Eyðgunn Samuelsen, forkvinna

 

Beinir Johannesen, næstformaður

 

Ingilín D. Strøm

 

Dennis Holm

 

Hanna Jensen

 

Magnus Rasmussen

 

Steffan Klein Poulsen