Tveir dystir í bestu fótbóltsdeildini eru í dag. Tann fyrri er nú klokkan 15 í Fuglafirði, har ÍF hevur vitjan av 07 Vestur. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey taptu í fyrsta umfari. 07 Vestur tapti 2-0 á heimavølli ímóti Víkingi, og ÍF tapti 6-0 í Klaksvík.
Ein broyting er á ÍF liðnum sammett við tað, sum spældi í Klaksvík. Uros Stojanov, sum í Klaksvík fór út, tí hann var skaddur, er ikki á listanum í dag. Jóhann J. Højbro, sum var innskiftur í Klaksvík, er nýggjur á liðnum.
Jhon Mena, sum spældi við ÍF í fjør, og sum ÍF skrivaði sáttmála við í vikuni, sum fór, er ikki á ÍF listanum í dag.
Tríggjar broytingar eru á liðnum hjá 07 Vestur. Nýggir á liðnum eru tríggir av nýggju útlendsku spælarunum – Hans Erik Gunnarsson, Frederik Holst, Benjamin Smales Braithwaite. Teir loysa tveir føroyingar og ein útlending av. Teir eru Kevin Egell-Johnsen, Eiler Fróðason og Janus Svabo Samuelsen.
Í vikuni skrivaði 07 Vestur undir sáttmála við verjuspælaran Sonna Ragnar Nattestad. Hann er ikki á listanum hjá 07 Vestur í Fuglafirði.
ÍF - 07 Vestur kl. 15.00
Dómari: Alex Troleis
ÍF: Jákup Nolsøe Jónsson – Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Peter S. Ullum, Jóhann J. Højbro – Tonni J. Thomsen, Elvin Gelmini, Ruben Møller Nielsen, , Gundur E. Petersen – Bogi Reinert-Petersen, Dánjal á Lakjuni
07 Vestur: Sebastian John – Albert Theis Nielsen, Erik Gunnarsson, Magnus Isager, Jóannes á Steig – Benjamin Braithwaite, Frederiks Holst, Mads Christiansen, Filip Bratbakk – Emil Pedersen, Oddur í Haraldstovu Petersen