Eingin vinnari í vindinum

Argjamenn mundu vera best nøgdir við at fáa stig, tá 07 Vestur var á vitjan í gjár, tí vágamenn vóru á odda til bara tveir minuttir vóru eftir. Men tað hevði týdning fyri báðar partar at fáa stig í dystinum, sum var nógv ávirkaður av vindinum inni í Vika

FÓTBÓLTUR

 

Longu undan dystinum var greitt, at møguleikin var størri fyri flúgvandi enn flótandi fótbóltsspæli, tí so mikið av vindi var oman úr Havnardali, at skjótt kundi vera at missa bóltin, var ikki spælt við skili og uttan at senda bóltin ov nógv upp í loft.

Fyri steðgin var 07 Vestur heilt klárt klókara liðið, tí vágamenn hildu bóltin niðri á jørðini, meðan teir í AB høvdu í so góðan hug at gyppa og senda bóltin upp í loft. Men hóast 07 Vestur dugdi betur at spæla, var tað AB, sum fekk teir størstu møguleikarnar í fyrra hálvleiki.

Danski framherjin, Nikolaj Eriksen, hevði fyrst tveir skallarar, og síðani høvdu bæði Rasmus Nielsen og Jónas Stenberg góðar skotroyndir, harav onnur noyddi Trygva Askham í 07 Vestur-málinum út í fulla longd. Í hinum endanum var meira smáligt, hóast 07 Vestur brúkti skil og royndi at spæla, og tað einasta var eitt millum ting millum skot og innleg frá Milan Pejcic, sum AB-málverjin, Heðin Stenberg, ikki fekk trupulleikar av.

 

Lívligt korter

Líkindini vóru tey somu eftir steðgin, tá tað vísti seg, at AB fekk betur skil á spælið, nú vindurin var ímóti, samstundis sum 07 Vestur ikki í eins stóran mun fall í grøvina, at senda langar og høgar bóltar avstað í vindinum, so eingin kundi fáa fatur í teimum.

Mest lívliga løtan var fyrsta korterið, tá eisini trý av teimum fýra málunum í dystinum komu. AB var fyrra liðið at fáa hol á, og tað var tann lívligi Kenneth Jacobsen, ið reikaði nógv um allan vøllin í gjár, sum var á rætta staðnum, tá fimm minuttir vóru farnir, og so var 1-0 til AB.

Men argjamenn fingu nóg illa armarnar niður, áðrenn 07 Vestur svaraði aftur ein góðan minutt seinni. Tór Ingar Akselsen fekk bóltin nakað úti í høgru síðu og skjeyt so væl, at bólturin umvegis aftaru stong fleyg í málið, uttan at Heðin Stenberg fekk gjørt nakað við tað.

Og hóast AB royndi at manna seg uppaftur, fekk 07 Vestur eisini lagt seg á odda, tá eitt korter var farið. Jens Erik Rasmussen sá í fyrsta umfari út til at taka ferðina av einum skjótálopi, men vísti seg tó at hava eina ætlan, tí hann legði bóltin væl fyri føturnar á Johan Peturi á Stongum, sum kom rennandi frameftir og mitt fyri smekkaði til frá brotsteigarmarkinum, so gestirnir nú vóru á odda 2-1.

 

Í evstu løtu

Hóast AB spældi nógv skilabetri ímóti vindinum í seinna hálvleiki og væl megnaði at koma fram á vøllin, hevði 07 Vestur undan vindinum í øllum førum tveir góðar møguleikar at gera dystin lidnan og fáa lagt sjógv ímillum seg og AB. Bæði Jens Erik og serliga Hendrik Rubeksen brendu góðar møguleikar.

Tíðin gekk undan hjá AB, sum royndi at styrkja um álopsspælið við einari útskifting fyri og aðrari eftir, og tveir minuttir fyri tíð gav tað eisini úrslit. Kenneth Jacobsen sendi bóltin innfyri úr høgru síðu, og fyrst royndi innskifti Liam Killa seg við skoti, sum tó ikki bar á mál. Verjan hjá 07 Vestur fekk tó ikki ruddað burtur, og brádliga stóð Nikolaj Eriksen leysur og kundi skjóta forloysandi málið fyri AB til 2-2.

At dysturin sostatt endaði við javnleiki, mundi samanlagt vera á einari leið, tí hóast 07 Vestur sæð yvir allan dystin var skilabetra liðið, so menti AB seg so hvørt og legði at enda nokk so stórt trýst á. Hinvegin kundi 07 Vestur farið avstað við trimum stigum, var neyvleikin har, tá brúk var fyri tí mitt í seinna hálvleiki.