Um tingmenn løgdu í, kundu teir saktans tikið stig til, at Suðuroyggin má fáa undantaksloyvi, tá verkfall er. Tað er líkamikið, hvat fyri verkfall er, so gongur tað harðast út yvir suðuroyingar. Tað eru nógv dømi: postur og handilsvørur koma ikki fram, fólk sleppur ikki norðureftir uttan at betala í dýrum dómi og brævatkvøðurnar, sum vórðu sendar 24-04 náddu ikki fram til tíðina (t.e.30-04), og vórðu tí ógildar. Tað er ikki suðuroyingar, tað skal ganga út yvir, tí Karsten Hansen ella Fíggjarmálastýrið eru líkaglað, um suðuroyingar ikki sleppa norðureftir í týdningarmiklum ørindum ella um suðuroyingar ikki fáa post rættstundis o.s.fr.
Manglandi virðing síggja vit bæði frá tingmonnum og frá fjølmiðlunum. Fjølmiðlarnir nevna nóg illa verkfallið við einum orði; tað sum hevur áhuga í Føroyum er opinbart bara miðstaðarøkið. Útjaðarin kundi tað sama farið í luftina, uttan at nakar legði merki til tað.
Men sum so mangan finna suðuroyingar seg bara í at verða behandlaðir uttan virðing, tí tað eru teir so vanir við.