Hetta eydnaðist væl. Tað halda tey, sum vóru í tilboðunum um at ferðast í egnum landi í summar.
Tá ið korona fór at herja, varð tað rættiliga skjótt, at tey í ferðavinnuni sóu skriftina á vegginum og at ferðavinnan fór at fáa eitt bakkast av teimum heilt stóru.
Tí gjørdu tey av at blása lív aftur í gamla átakið um at eggja føroyingum til at ferðast í egnum landi. Í hesum sambandi vóru nøkur ávís tilboð til ferðafólk í øllum landinum.
– Endamálið var at vísa á allar teir ymsu møguleikarnar, ferðavinnan hevur skapt seinastu árini og at eggja føroyingum til at taka av teimum, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands.
Hann sigur, at úrslitið er, at einir 1000 føroyingar tóku av hesum tlboðunum, sum vóru við í átakinum.
Tey halda, at hetta prógvar, at tað er ikki neyðugt at fara av landinum fyri at fáa eitt hendingaríkt summar
Serliga fegnast tey um, at sum heild hava nógv fólk ferðast í Føroyum.
– Tað hevur eisini verið sera hugaligt at síggja, hvussu nógv nýggj tilboð og samstørv eru komin burturúr átakinum um at ferðast í egnum landi, sigur Jóhan Pauli Helgason. Og hann er eisini bjartskygdur um framtíðar ferðavinnuna í Føroyum.