Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini í ár verða hildin væl øðrvísi, enn vit vanliga hald jól. Í ár halda vit jólini uttanlands. Ella tá tað er sagt, so vóru vit eisini uttanlands á jólum fyri trimum árum síðan - tá á Tenerifa og nú halda vit jólafrí á Gran Kanaria.
Tað sigur Erla Ree Winthereig.
Hon vísir á, at hin 22. desember komu tey heimaftur av Gran Kanaria til Danmarkar og halda nú jólaaftan heima hjá beiggjanum og konu hansara í Aarhus.
- Mamma mín, omma mín og yngru beiggjarnir halda eisini jólini í Aarhus saman við okkum.
Erla Ree Winthereig sigur, at hon, maður og børn fara heimaftur til Føroya 27. desember og halda nýggjárið saman við góðum grannum á Gaddavegnum á Nesi.
- Nýggjárið í Nes kommunu verður heilt serligt í ár, nú vit fóru frá at vera ein bygd til at gerast ein býur. Hetta var, meðan vit vóru á Gran Kanaria, so eg gleði meg at koma heim at heilsa uppá øll býarfólkini á nýggjárinum. Nýggjárið í Nes kommunu verður sostatt heilt serligt fyri íbúgvarnar har í ár, ímyndi eg mær.
Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars?
- Tað veldst um, hvørt omma fær sín vilja at borðreiða. Stóð tað til hana, fingu vit dunnu, fleskasteik og ræst kjøt. Men, vanliga fáa vit dunnu við øllum tí góða, sum har til hoyrir – og soleiðis verður allarhelst aftur í ár.
Erla Ree Winthereig sigur, at hon hevur latið beiggja sín um jólafyrireikingarnar, so hann sleppur at gera av, hvat verður á borðinum 1. og 2. jóladag.
- Eg ímyndi mær, at vit fara á matstovu í Aarhus 2. jóladag, men nú fáa vit at síggja, hvussu leikur ferð. Í øllum førum fari eg at vitja nøkur av mínum yndis mikrobakaríum í Aarhus og onnur góð matstøð.
Keypir tú jólagávur?
- Ja, tað geri eg, og allar eru keyptar. Tað vórðu tær, áðrenn vit fóru úr Føroyum um miðjan desember. Verfamiljan og mín familja hava gjørt av bara at keypa jólagávur til børnini. Sostatt er eingin gáva til keypt til nakran vaksan.
##med2##
Erla Ree Winthereig sigur, at hetta dámar henni væl, serliga tí vaksin eiga so at siga alt. Sostatt er ofta torført at vita, hvat tey so skulu hava í jólagávu.
- Hinvegin vænti eg, at mamma mín og eg í stóran mun megna at keypa okkum sjálvum nógvar jólagávur, nú vit eru í Aarhus – allarhelst fleiri, enn vit vanliga plaga at fáa á jólum, sigur hon brosandi.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava týdning fyri meg á tann hátt, at familjan er savnað. Nærveran er í hásæti, hugnin og tann góði maturin. Samstundis merki eg eisini eina andsøgn til hetta. Tað er tann materalistiska forbrúksmentanin, ið eg sjálv eri partur av og sum eg ikki haldi hóskar seg til tíðina, vit liva í.
Hon vísir á, at nógvar leikur, klæði og annað verður keypt, kanska serliga til børnini, sum tey kanska ongantíð fara í - ella ting, tey ongantíð spæla við.
- Eg haldi, at tað hevði verið skilagott - og umhvørvisliga rætt - um vit góvu gávur, ið vit sjálvi høvdu evnað - ella, sum vit keyptu í endurnýtslu, sigur Erla Ree Winthereig.